Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hasj og heroin skolaði inn við briminum

Perlur: Bjarni Dam av Leynum, hevur tað, hann kann minnast, gingið í fjøruni og eygleitt hvat kemur uppá land av vrakgóðsi. Oyggjatíðindi 17. desember 2008.

Tað er heldur ikki smávegis hvat Bjarni hevur funnið av fløskupostum og øðrum áhugaverdum. Men mánadagin kom hann framá eina plastikk-fløsku ella eitt hylki.

Innihaldið vísti seg m.a. at vera hasj og heroin, staðfesti løgreglan, sum kannaði innihaldið.

Millum alt, Bjarni Dam, hevur funnið millum ár og dag, er hendan nøgdin av rúsevnum, ikki tað mest áhugaverda fyri hann.

Einaferð fann hann eina sjáldsama kúlu, ið hevði slitið seg leysa við New Zealand. Kúlan hevði verið brúkt til kanningar av havbotninum í fleiri túsund metrar dýpi.

Bjarni Dam, sigur, at kúlan líktist hjálmum, sum brúktir verða í oljuvinnuni.

Oyggjatíðindi hevur fyrr tosað við Bjarna Dam um fløskupostar og annað, sum hann hevur funnið, sum vrakgóðs.

Hann hevði lovað okkum, at fann hann nakað annað av áhuga, so vildi hann seta seg í samband við okkum. Og mánadagin ringdi hann um nýggjasta fongin, sum hann ætlaði at útflýggjað løgregluni mánadagin, og ynskti var hjástatt við handanina.

At talan var um sterkar sakir, var onki at ivast í. Politisturin í vaktini, kláraði illa luktin, sum stóð rámur frá posanum, sum Bjarni Dam hvølvdi á borðið.