Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Harra løgmaður - meðan vit bíða.......

Meðan vit bíða eftir, at Skálafjarðartunnilin skal koma burtur úr skapta hurlivasanum, kundi eg hugsa mær at fingið at vita frá løgmanni, hvar Vágatunnilin og Norðoyartunnilin eru í tunnilspakkanum.

Bæði Vága- og Norðoyartunnilin hava sína heimild í løgtingslóg. Lógin loyvir tveimum partafeløgum - sum landið eigur allan partapeningin í - at byggja, reka og forrenta tunlarnar. Partafeløgini fáa rætt til at krevja tunnilsgjald fyri at afturgjalda útvegingarkostnaðin.

Tá útvegingarkostnaðurin er goldin, skulu tunlarnir uttan viðurlag handast landinum til ognar. Útveganarkostnaðurin er fíggjaður við partapeningi og við lántøku.

Í lógunum um Vágatunnilin og Norðoyartunnilin stendur m.a. :

Løgtingslóg nr. 18/199 Fast samband um Vestmannafjørð

Rættur til tunnilsgerð og eftirlit

§ 1. Stk 1. P/F Vágatunnilin, (skr.nr. 2809/1998)

fær rætt til vega,- brúgva- og tunnilsgerð millum Streymoynna og Vágarnar um Vestmannasund og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvum og vegi.

Stk. 2. Landsverkfrøðingsstovnurin skal góðkenna tunnilsverkætlanina, herundir vega,- brúgva og tunnilsgerðina, áðrenn tunnilsarbeiðið verður sett í verk.

Stk 3. ”Landsverkfrøðingsstovnurin skipar, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, fyri eftirliti við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini, smb. stk. 2.”

stk. 4. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.

Krøv til felagið

§ 7. Stk. 3. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.

Løgtingslóg nr. 106/2001 Fast samband um Lorvíks :

Rættur til tunnilsgerð og eftirlit

§ 1. P/F Norðoyatunnilin, stovnað við heimild í løgtingslóg nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð, fær rætt til vega- og tunnilsgerð millum Eysturoy og Borðoy og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi vegi.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna  tunnilsverkætlanina, herundir vega- og tunnilsgerðina, áðrenn tunnilsarbeiðið verður sett í verk, og skipar í hesum sambandi fyri eftirliti við, at verkætlaninverður framd samsvarandi góðkendu ætlanini.

Stk. 3. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Norðoyatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar.

Stk. 4. Landsverkfrøðingsstovnurin, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, stendur fyri arbeiðnum at binda anleggið í landsveg báðumegin,  og skal hendan íbinding fevna um ein tunnil undirLeirvíks bygd.”

Krøv til felagið

§ 7. Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.

Restlánið í Vágatunlinum er sambært roknskapin 2012 kr. 17,7 mill. og í Norðoyartunlinum kr. 59,2 mill. Í næstum eru lánini afturgoldin, og so skulu tunnilsfeløgini til at afturgjalda partapeningin uppá tilsamans kr. 395,3 mill. krónur til landskassan. Partapeningurin í Vágatunlinum er kr. 160,3 mill. og í Norðoyartunlinum kr. 235 mill.

Tað hoyrist nú frá ávísum politikarum, at tað ikki er ætlanin at tunnilsfeløgini skulu afturgjalda allan útveganarkostnaðin, men bert tann partin sum lánini umboða, og at onki tunnilsgjald tá verður tikið fyri farleiðirnar Vágar og Norðoyggjar.

Mín spurningur til løgmann er tí :

1. Eru lógirnar nr. 18/1999 og 106/2001 um fast samband um Vestmannasund og Lorvíksfjørð avtiknar ?

2. Um ikki - er so ætlanina at avtaka lógirnar í næstum ?

3. Um lógirnar framhaldandi skulu virka - hvat er so ætlanin at brúka hesar kr. 395 mill. til ?

4. Innganga tær í samlaða tunnilspakkan hjá samgonguni ?

Tað er hóskandi at fáa hetta upplýst soleiðis, at vit – sum bara undrast og hyggja at – fáa ein møguleika at arbeiða við tunnilsætlanunum , seta røttu spurningarnar og vísa á gongdar leiðir.

Eg vildi, at hesir spurningar vóru settir løgmanni, tá tingið kemur saman aftur, men tá er tað ov seint.

Við heilsan

Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn