Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hárið í endatarminum spøkir

Perla: Jonna og Eisenberg Strøm, vóru fyrst forfylgd av barnaverndini í Føroyum. Tey flýggjaðu til Íslands, har tey nú í áravís hava verið forfylgd av barnaverndini har. SEX´misbrúktu børnini skulu nú sendast til pápan í Føroyum. Eisenberg og Jonna stúra. Oyggjatíðindi 19. Juni 2009.

Oyggjatíðindi hevur í minsta lagi fylt familjuni hjá Jonnu og Eisenberg í 20 ár.

Í dag búgva tey í Íslandi, og har føroyska barnaverndin mátti sleppa, tók íslendska barnaverndin við. Forfylgingin helt fram í Íslandi.

Tað byrjaði við barnsligari hevnd, tá lokalir barnaverndarlimir á Tvøroyri, valdu at gera lívið hjá teimum báðum súrt við óhoyrdum skuldsetingum um misrøkt og harðskapi í móti teirra egnu børnum.

Bara børnini duttu í spæli, boðaði skúlin frá, at børnini høvdu snuddir, og niðurstøðan var, at tey høvdu verið fyri harðskapi, og soleiðis koyrdi karusellin.

Barnaverndin rak familjuna á Barnaheimið í Havn, har tey skuldu læra at vera foreldur.

Børnini hjá Jonnu vórðu misbrúkt av eldri børnum á Barnaheiminum.

Hetta kom fram alment, men avleiðingar fekk hetta ikki, tí fútin valdi onki at gera við málið.

Paradoksið við Jonnu og Eisenberg var, at tey hvør í sínum lagi høvdu verið gift fyrr, og at hjúnarfelagin hjá Jonnu fann saman við hjúnarfelagnum hjá Eisenberg.

Hesi bæði blivu dømd fyri at hava SEX´misbrúkt síni egnu børn, og komu inn at sita í spjellinum.

Hóast frí og fræls fyri allar ákærur, máttu Jonna og Eisenberg sníkja seg av landinum, men høvdu ikki meir enn stigið fótin á land í Íslandi, so vórðu tey eftir boðum úr Føroyum, fangaði í netinum hjá barnaverndini har, sum skjótt fann útav, at taka dreingirnar hjá Jonnu, Tummas og Kristian frá teimum.

Í hesum sambandi hava Jonna og Eisenberg stríðst ein ómenniskjaligan bardaga fyri at fáa børnini aftur, sum hava verið latin íslendskum forsturforeldrum.

Samstundis hava íslendskir myndugleikar ikki givið teimum frið, tí gjørt hevur verið alt fyri, eisini at taka Lindu og Edwin frá teimum, børn, sum tey eiga í felag.

At Jonna og Eisenberg Strøm í heila tikið hava yvirlivað, er ótrúligt, tí tey hava nærum onga hjálp fingið, tó at pressa, politiska skipanin og Amnesty, vita hvat hendir, men lata eyguni aftur.

Jonna og Eisenberg hava dóm fyri, at børnini skulu heimaftur, men ein dómur er ikki altíð ein dómur - heldur ikki í íslandi.

Nú skulu Tummas og Kristian, ávikavist 16 ár og 11 ár í dag, sendast heimaftur til pápan, og hetta meta Jonna og Eisenberg vera ein hevnd yvir tey, tí tað ikki hevur eydnast barnaverndini at knúsa tey sálarliga.

SEX´dómurin var veruleiki, men tey flestu minnast hvussu Linda Hasselberg, ákæri, reisti málið aftur av nýggjum, tí Tummas og Kristian knappliga høvdu funnið útav, at pápin og hansara sambúgvi, knappliga kortini ikki høvdu misbrúkt børnini.

Eisenberg og Jonna ivast ikki í, at børnini eru heilavaskaði, og mótmæla tey uppá tað harðasta, at børnini skulu heim til pápan í Føroyum.

Oyggjatíðindi avdúkaði undir seinasta sakarmálinum, at ákæruvaldið hevði ikki tikið hár við í sakarmálið, sum barnalækni hevði funnið uppi í endatarminum á dreinginum. Og tá bakkaði ákæruvaldið eisini út, og slepti áganginum.

Men íslendska barnaverndin vil hava børnini heim til pápan, men hárið í endatarminum spøkir, sum eitt ónt ár.