Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Harðskapur við hús: Sálarfrøðilig viðgerð til teirra, sum fremja harðskap

Tey, sum fremja harðskap móti maka, børnum ella øðrum í nærsambondum, kunnu fáa hjálp og amboð til at gevast við harðliga atburðinum.

Eitt sálarfrøðiligt viðgerðartilboð stendur teimum í boði, sum fremja harðskap móti sínum næstu, og sum ynskja at broyta hetta. 

Tá familjulívið er merkt av harðskapi, kann gerandisdagurin vera trupul. Familjur eru, sum ynskja at vera saman, men har harðskapur er ein trupulleiki. Tá er týdningarmikið, at tey kunnu fáa hjálp og amboð at steðga harðskapinum við hús.

Saman við felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar hevur Almannamálaráðið skipað eitt viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap. Talan er um viðgerð hjá sálarfrøðingi. Viðgerðin, sum er ókeypis, er fyri bæði kvinnur og menn, og fevnir um øll sløg av harðskapi. Endamálið við hesum tilboði er, at tey, sum hava harðligan atburð móti sínum næstu, kunnu fáa hjálp og amboð til at loysa ósemjur uttan at nýta harðskap. 

Tilboðið er skipað sambært Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum. Í hesi heildarætlan verður harðskapur allýstur í breiðastu merking, og kann sostatt vera:

Likamligur, sálarligur, kynsligur, fíggjarligur og materiellur.

Tey, sum hava framt harðskap móti onkrum av sínum kæru og sum vilja hava hjálp at broyta hetta, kunnu fáa meira at vita á: psykolog.fo ella á amr.fo