Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Har vegirnir krossast

Orð Guds lærir, at menniskjan skal verða til í allar ævir. Um orð Guds verður lisið, móttikið og tikið í álvara, verða vit greið yvir læruna, um tveir endaligir staðir. Staðurin har vit skulu verða ævigt, er ófrávíkiliga treytaður, av eini heilt serligari avgerð í hesum lívinum. Annaðhvørt vrakar tú Jesus ella verður Jesus alt í lívið tínum. Í eygum Guds finnist eingin passaliga gyltur miðalvegur. Tveir eru vegirnir! Annar teirra førir menniskju til eitt myrkt og ræðuligt Helviti, og hin vegurin førir menniskju til eitt hátignarligt og undurfult Himmiríki.

Einasti staður her á jørð, har vegirnir krossast, er hitt vælsignaða Golgata – har Jesus hin elskaði hekk. Kristus er hurðin, ið førir inn á veg Guds. Og Gud tekur sær sjálvur av endaliga eftirlitinum við himmiríkisins portur, har tú verður skoðaður – um tú veruliga elskar Kristus ella ikki. Orð Guds ávarar við týðiligum bókstavum, at upplýst menniskju, mugu taka eina persónliga støðu við Golgata kross. At taka ímóti náðiríku frelsugávuni við trúgv, er at móttaka Kristus í hjarta.

Í Matt. 7 lesa vit um tvey væl kend portur. Eitt vítt portur og eitt trongt portur. Tveir vegir, ein breiður og ein smalur. Tvey fólkasløg, ein stór fólkamongd og eitt lítið fylgi. Tveir endaligir bústaðir, hin deyða tilveran í Helviti og hini livandi í ríki Guds. Tvey trøð verða eisini nevnd. Tað ringa og tað góða træið. Tvær fruktir, hin vánaliga og hin góða. Tveir hondverkarar, ein vánaligur og ein góður. Tvey hús, eitt veikt og eitt sterkt. Góði, hesin teksturin er partur av undurfulla gleðiboðskapi Guds, ið inniliga gevur boð um, at alt snýr seg um hetta, at lata seg frelsa frá vreiði Guds og ævigari fortaping. Gud hatar synd. Og ikki somikið, sum eitt gramm av synd sleppur inn í ríki Guds. Jesus sigur:

“Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað; og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.” (Matt. 7, 13 – 14).

Hin almenna skyldan hjá tænarum Guds, hevur altíð verið hendan, at standa andlit til andlits við øll menniskju og prædika, um hitt tronga portrið og hin tronga vegin, ið førir til Himmals. Og at ávara um hitt víða portrið og hin breiða vegin, ið altíð førir til undirgangs. Góði, einans tann, sum hevur sæð sína persónligu synd og syrgiliga standin í lívi sínum, kann toknast Gudi og soleiðis koma sjálvboðin til Jesus og biðja um fyrigeving syndanna. Jesus tekur einans ímóti menniskjum, sum ærliga viðurkenna sín persónliga tørv á frelsu. Alt annað verður rokna, sum vanvirðing av sera kostnaðarmiklu frelsu Guds.

Tað er einki ivamál um hetta, at Harrin Jesus í síni innbjóðing, bønar og biður menniskju, at fara inn um hitt tronga portrið. Og samstundis ávarar Jesus okkum, um ikki at fara inn um hitt víða portrið. Tað er eyðsæð, at eitt lív á breiða vegnum, er merkt av manglandi støðutakan og tvílyndi. Slík menniskju vingla í villleiðandi streyminum á lívsleið síni. Við tíðini havi eg møtt andaliga blindum unglingum, í hópa tali. Felags fyri mong teirra eru deildu kenslurnar. Við tveimum ymsum og ósambærligum fatanum, um at samanleggja kristiligt og verðsligt lív, og soleiðis skapa sær egnan lívsstíl. Ynskir um at verða ein kristin og ballast víðari, at fáa posa og sekk, er av sonnum uppreistur ímóti Gudi. Góði, slíkar samansetingar innan kristiligt lív, eru ikki ein bíbilskur møguleiki. Ikki skalt tú skapa tær títt egna kristiliga lív. Tí, tá skapar tú tína egnu religión og tað hava vit nokk av. Eg viðmæli tær, at lata Kristus gera teg kristiligan og lata Kristi fruktir koma til sjóndar í kristiliga lívi tínum.

Jesus viðurkennir slett ikki, at nakað menniskja ferðast á breiða vegnum. Breiði vegurin borðreiðir við skemti, spæli, stuttleika, mentan, útbúgving, rúgvuvís av tiltøkum, jagstran eftir peningi, girnd eftir valdi, dýrum skikkum, og mongum øðrum niðurbrótandi tilboðum við stokkutari gleði. Ja hugsar tú, hetta er jú gerandisdagurin hjá mongum. Eg eri púra samdur. Hetta er tíverri partur av okkara fáfongdu “virðum,” sum samfelagið byggir á – undirhald fyri allar pengarnar. Tað sigur seg sjálvt, at húsið raplar fyrr ella seinni, sum vit eisini lesa um í Matt. 7. Og fallið verður stórt.

Eitt loyndarmál við breiða vegnum er hetta, at vegurin við tíðini gerst smalari og smalari. Eingin sleppur undan, tí Djevulin situr við valdi í hesum ónda heimi. Og hann unnir ikki menniskjum nakað gott. Hansara vald er merkt av hevnd mótvegis Gudi og ætlan hansara er, at koyra mannaættina í óføri á breiða vegnum. Aldurin sníkir seg inná lív okkara, førleikarnir minka og náttúruligar avmarkingar gera seg galdandi í lívinum. Vinirnir doyggja burturav og vegurin inn í einsemi lúrir av álvara. Endastøðin á breiða vegnum er deyðin. Og tá er ov seint, at venda sær til Jesus Kristus og biðja um fyrigeving syndanna.

Upprunaliga orðið “undirgangur” í Matt. 7, 13 ger ikki menniskju kunnug við deyðan ella tankan um, at vit ikki eru til meir. Nei, orðið í tekstinum gevur okkum tvørturímóti, eina hugmynd av einum spiltum mannalívi, sum av egnum ávum fór á húsagang. Eitt mannalív, sum misti møguleikan til Heilaga Andans vælferð og vælveru og endaði tískil tilvitað í ævigari fortaping.

Tað er sera harmiligt, at hitt tronga portrið, ið førir menniskju inn á hin smala vegin, hevur verið hildið, av mongum menniskjum upp ígjøgnum tíðirnar, at verða ov trongt ella ov strong leið, at ferðast á. Hetta má sigast, at verða eitt av ringu svikaráðum djevulsins. Og okkara samtíð er ikki undantikin. Tí mangir prædika eina kitlandi læru, ið inniheldur følsk og blasfemisk tilboð á breiða vegnum. Slíkt førir við sær, at mong halda seg verða á smala vegnum og eru tað ikki. Summir ráðgevarar eru so snildir, at teir megna, at leiða fólk inn í ein hugaheim við falskari trygd, um lívlangt ríkidømi og góða heilsu.

Men orð Guds lærir um ein heilt annan veruleika. Við tronga portrið hanga eingir bannarar við følskum lyftum um verðsligir ágóðar, likamliga vælferð og vandaleyst lív. Tvørturímóti! Hitt tronga portrið tryggjar ikki kristnum menniskjum ímóti trongdum, forfylging, hungursneyð og enntá morð. Hitt tronga portrið inniber einki tilboð, ið stríðir ímóti orði Guds. Tað má roknast fyri, at verða villleiðing av ringasta slag, um leiðin til himmals verður hildin, at verða á smala og breiða vegnum í senn. Nei, einki vegasamband er ímillum vegirnir, undantikið ígjøgnum millummannin Jesus Kristus á Golgata – har vegirnir krossast. Hesin millummaður verður annaðhvørt vrakaður ella elskaður. Og avgerðin er eingangs. Jesus sigur:

“Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.” (Matt. 6, 24).

Í tekstinum merkir “mammon” ríkidømi og at “tæna” merkir trælur ella ófrælsur maður. “Harrum” merkir treytaleysir eigarar. Tað vil siga, at trælaeigarin eigur hin ófrælsa trælin við húð og hár, uttan nakra treyt um ognarviðurskiftir. Antin ert tú fullkomiliga ófrælsur trælur hjá syndini ella fullkomiliga frælsur “trælur” hjá Kristusi. Nú skilja vit hví Jesus sigur, at tað er ómøguligt, at tæna Gudi og mammon í senn. Hetta hevur við ognarviðurskiftir at gera og er fullkomiliga ómøguligt at praktisera samstundis. Annaðhvørt hevur tú djevulin til faðir og tænir heiminum ella hevur tú Gud til faðir og tænir ríki Guds í heiminum. Elskaði, annaðhvørt umboða vit ríki heimsins ella umboða vit ríki Guds og tað er allur munurin.

Og ei heldur er tað møguligt, á nakran hátt, at ferðast ímillum Helviti og Himmiríki. (Luk. 16.26). Tað stendur skriva, at eitt “óført dýpi,” ið merkir djúpt opið sár, skilir Himmiríki og Helviti at. Ímynda tær tann, sum leggur á bláman og ætlar sær at svimja yvirum og soleiðis sníkja seg inn í ríki Guds. Eitt er vist, at viðkomandi gongur burtur og søkkur í djúpa sárinum. Altso, viðkomandi druknar í blóði Kristusar. Um tú vilt liva, mást tú lata teg baða og reinsa í blóði Kristusar hesumegin helvitisportrið.

Hin smali vegurin til himmalin inniber eisini eitt loyndarmál. Hesin vegurin víðkar ár um ár. Hendan vælsignaða og høgt elskaða gøtan víðkar samsvarandi vakstrarlagnum hjá tí frelsta í náði og vísdómi Guds. Tann sum er lýðin Gudi, elskar Harran Jesus meir og meir tóat hann ikki hevur sæð Jesus, og tóat hann ikki sær, men trýr, gleðist hann í Jesusi við ósigiligari og dýrmettari gleði – líka inntil himmalin gert veruleiki. (1. Pæt. 1, 8). Tí, hin smali vegurin, ið hini rættvísu í Kristi ganga á, tey sum elska Jesus, er líkur skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er. Halleluja! (Orðt. 4, 18).

Greitt og týðuliga, skrivar Harrin Jesus til okkara, við Síni naglamerktu hond, at Hann er portrið og smali vegurin til Himmalin. Soleiðis ljóðar hin týðiliga og prýðiliga yvirskriftin á tronga portrinum. Hesin heimur, sum vit nú liva í, hevur tíverri skriva sama tekst á sítt portur t.e. hitt víða portrið. Tað stendur tíverri ikki “vegurin til helvitis” á víða portrinum, sum hann av røttum átti at verið navngivin. Og hetta er júst orsøkin, at mong menniskju verða villeidd. Eg sigi tær, at lívið saman við øllum hinum á breiða vegnum, tykist at verða hugnaligt, men førir hóast alt til helvitis. Upplýsingin um vegirnir, ber boð um tveir mótsetningar. Og orsøkin til henda hurlivasan, eru tveir mótsigandi átrúnaðir í heiminum. Ein sannur gudiligur átrúnaður, sum av heilum hjarta tilbiður og elskar Harran Jesus. Og ein manngjørdur átrúnaður, ið er ein ørgrynna av villleiðandi djevilskum lærum.

Umframt tveir átrúnaðir, finnast eisini tvey sløg av rættvísi. Eitt manngjørt rættvísi, ið als ikki er nøktandi í eygum Guds. Og Kristusar rættvísi, ið er fullkomiliga rættvíst í eygum Guds. Altso, ein manngjørdur átrúnaður, ið trýr uppá sítt egna rættvísi t.e. rættvísi menniskjunnar. Og ein sannur kristin átrúnaður, ið bæði trýr og hevur sett sítt álit á rættvísi Guds t.e. rættvísi Sonar Hansara, Jesus Kristus. Tað er vert at leggja til merkis, at stóra rúgvan av manngjørdum átrúnaði, politikki og ideologi hevur ein innbygdan og villleiðandi felagsnevnara, ið ljóðar nakað soleiðis: “Tað býr okkurt gott í øllum menniskjum. Í sær sjálvum megnar menniskjan, at verða rættvís.” Orð Guds lærir júst tað øvugta. Ein sannur kristin hevur fingið opinberað sannleika Guds í sítt hjarta. At øll mannaættin hevur synda í eygum Guds og hevur tørv á náði, fyrigeving og rættvísgering í Kristi Jesusi. (Róm. 3). At Jesus Kristus er syndafríur og einasta rættvísa menniskja, ið til er. Men hesin falni heimur, vil altíð stremba eftir menniskja rættvísi t.d. fólkaræðisligum rættvísi á okkara leiðum. Ein egin rættvísgering, uttan rúmd fyri rættvísi Guds í allari fyrisiting.

Eg ivist ikki í, at helvitis eldsjógvur verður fullur av menniskjum, sum á ein ella annan hátt vóru hugtikin av Jesusi. Ofta havi eg hoyrt vantrúgvandi menniskju siga seg virða Jesus sum hugsjónarmann. Summi dáma væl Hansara etisku lærdómar. Og uppaftur onnur virða nøkur av Hansara úttalilsum og ymiskt annað, sum skriva er um Jesus í Bíbliuni. Slíkur hugburður førir ikki á mál. Tað er skilligt, at hesi ikki hava gingið ígjøgnum tronga og náðiríka portrið og móttikið Kristus í hjarta við trúgv. Tí heitir sum t.d. “viðhaldskristin” frelsir ongan.

Ein liður í frelsutilgongd Guds er hesin, at ein og ein verður frelstur í senn. Men Jesus er bæði hitt tronga portrið, vegurin, sannleikin, lívið og er allastaðni í senn. Tí er tað fult gjørligt, at fólk verða frelst lið um lið, í senn. Góði, um allan heimin koma fólk til persónliga trúgv á Jesus, sum sín Harra og Frelsara. Vit lesa um ein persón, ið setti Jesusi fylgjandi spurning: “Harri, munnu tey vera fá, sum verða frelst?” Tá segði Jesus við tey:

“Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið! Tí mong, sigi Eg tykkum, skulu royna at koma inn og ikki kunna.” (Luk. 13, 24).

Tað er eyðsæð í aftursvarinum frá Jesusi, at áhugin ella vitanin um talið á teimum frelstu, hvussu mong ella fáa verða frelst, ikki hevur stóran týdning fyri menniskju. Tað sum er týdningarmikið í tekstinum er hetta: “Ert tú frelstur?” Akandi á sínum knøum, skulu mong koma at sanna, tann eina dag, at tey vóru ov sein – tí tey tóku ikki Jesus fyri fult. Lív okkara er sera stutt. Men, hitt tronga portrið verður standandi víðopið, alla okkara lívstíð. Stríðist segði Jesus! Orð Guds ávarar um villleiðandi lærur og lívsstíl. Tí mong skulu royna og ikki kunna. Mong verða føst í skeivari religión, ideologi, líkasælu ella føst í kærleikanum til verðsligu tilveruna. Og sostatt stríðast mong menniskju dagliga í sær sjálvum. Tey vilja ikki sleppa bindingunum, sum hesum heimur hevur at bjóða. Tí sigur Jesus hetta, at tey KUNNU ikki koma inn um hitt tronga portrið. Sostatt verða tey aldri ferðabúgvin til himmalin.

Sonn andalig veking leiðir menniskju oftast grátandi til sannføringar. Tí, ein sterk persónlig sannføring opinberar menniskjum teirra syndarligu støðu og lív, sum heild. Um vit fylgja Heilaga Andans sannføringum og eru lýðin í trúgv, verða vit frelst og tað av berari náði. Kongaríkið Guds opnar seg einans fyri teimum, ið veruliga søkja Jesus av heilum hjarta. Tann sum gongur ígjøgnum hitt tronga portrið, avnoktar sanniliga seg sjálvan. Tí, ferðin ígjøgnum tronga portrið skilir synd og menniskju at. Hetta førir við sær, at deyðiliga syndin verður liggjandi uttanfyri. Tann sum gongur inn um hitt tronga portrið bæði doyr, verður jarðaður og rísur enntá uppaftur til ævigt lív í Kristusi. Hesi eru spildurnýggj menniskju. Tey eru fødd av nýggjum til eitt nýtt lív saman við Kristusi. (Joh. 3). Annars er tað ómøguligt, at toknast Gudi, at venda um frá syndini og tæna Gudi heilhugaður. Tí, at koma til trúgv, er at hata synd og elska rættvísi Guds. Hinir illu andarnir “trúgva” eisini, men teir elska syndina og hata rættvísi Guds. Tað er allur munurin, um vit skulu samanlíkna frelstar mannasálir við glataðu einglarnir.

Og øll sonn kristin eiga at leggja sær í geyma orð hins livandi Guds, ið upplýsir hetta, at Gud roknar eitt eftirfylgjandi lív í Kristusi, sum eina sjálvfylgju. (Róm 12, 1). Eitt gudiligt lív, har vit bæði hoyra, síggja og kenna tær kristiligu fruktirnar í heiminum. Eitt fruktaleyst lív eigur at verða rannsakað, um viðkomandi persónur er frelstur í heila tikið. Tí, sambært 2. Kor. 13, 5 – 8 krevst andalig rannsakan, fyri at vita, um tú stendur royndina. Tað er ein sera álvarsamur og avgerandi munur á hesum báðum fyribrigdum: (1) at halda seg trúgva og (2) at verða ein trúgvandi. Til dømis finnast mong við hægri útbúgving innan gudfrøði, ið einans hava akademiskan áhuga í Skriftini. Summi liva eitt langt lív, uttan áhuga í persónligum heilagleika. Orð krossins er jú dárskapur í eygunum hjá tí ófrelsta, sum fer fortaptur. Hinvegin, er orð krossins kraft Guds og livandi í lívinum hjá børnum Hansara. Men vísdómurin, ið hoyrir hesum heimi til, er Gudi dárskapur. (1 Kor 1 og 3).

At lata Kristus frelsa teg, er hvørki lætt og ei heldur einfalt. Nei, tað hevði neyvan verið rætt, um ein ófrelstur kom flennandi til Kristus. Tað er ikki lætt, at viðganga sína synd og síðan venda sær frá syndini. Tað er ikki lætt at avnokta sítt gamla og falna menniskja. Tað er heldur ikki lætt, at siga farvæl og hata sítt gamla lív í sjálvsøkni og hugmóð. Men, tá tú ert sannførdur í sál tíni, at leiðin gongur til helvitis, tá er tíðin búgvin, at venda um. At boyggja knø og bøna og biðja Gud býta um vreiði sína við náðiríka Golgata. Tí náðin og sannleikin komu við Jesusi. Halleluja!

Eftir dýrt keyptu frelsuna byrjar eitt nýtt lív saman við Kristusi. At verða ein sannur kristin er heldur ikki so lætt. Tað er ikki so einfalt, at taka upp kross Jesusar og fylgja honum eftir og liva eitt dagligt lív í Kristusi. Tveir eru kostirnir: ON ella OFF í Kristusi. Spyr Gud, um tað er møguligt, at verða OFF og samstundis ein sannur kristin. Tað er ikki lætt, at missa hjúnafelaga og gomul vinfólk vegna Kristi sakir. Tað er slett ikki lætt, at síggja síni egnu børn, verða skrædd upp av djevlinum og útsett at enda í Helviti.

Góði elskaði lesari, í heiminum hava mong frelst menniskju stórar trongdir og sorgir av ymsum slag. Men tann, sum elskar Jesus kann verða hugreystur, tí Jesus býr í andanum hjá viðkomandi og hevur sigrað yvir heiminum! Orð Guds talar til øll, sum elska Son Hansara, fyri at tey skulu hava frið í Jesusi. Ja, frið við Gud hin alvalda. (Joh. 16, 33). Friður Guds er hátignarligur, sum stígur upp um alt vit. Og einki kann órógva frið Guds! Góði, hesin vælsignaði friður hvílir í hjørtunum hjá børnum Guds. Tað er høpisleyst hjá mær, at greina frið Guds út í ævir. Av berari náði í Kristi fullgjørda verki á Golgata, havi eg persónliga fingið frið Guds í hjarta. Tað er altíð blika logn í sál míni. Og tað prísi og takki eg Harranum fyri – frið Hansara – í lívið mínum.

Tað er ivaleyst vert, at viðgera “Frið Guds” í aðrari blaðgrein. Men, ein sera týdningarmikil funktión, sum friður Guds stendur fyri, er at varðveita hjørtu og hugsanir hjá børnum Guds í Kristi Jesusi. (Fil. 4, 7). Sonn kristin á smala vegnum eru áhaldandi í kríggj ímóti helvitis kreftum og gomlu falnu náttúruni í likaminum. Svar Guds er fylgjandi: “Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!” (Fil. 4, 6). Góða menniskja, grundað yvir tekstin eina løtu. Gud ynskir inniliga, at børn Hansara koma til Hann við øllum, ið tey hava uppá hjarta. Okkara himmalski Faðir, er persónliga áhugaður í staklutum og hvørjum smáluti í lívi okkara. Ígjøgnum Sonin Jesus Kristus hava vit fingið atgongd til kærleiksfullu og elskuligu nærveru Guds. Tá vit rópa á Pápa okkara í himlinum, boyggir hann knø og sigur: “Kom nærri barn mítt! Hvat kann eg hjálpa tær við?”

At enda: “Tað er mítt hjartans ynski, at tú loyvir boðskapinum vekja og/ella frelsa teg. At tú skalt seta títt persónliga álit á Gud og Sonin, Jesus Kristus. Og lata Gud uppbyggja, áminna og troysta teg ígjøgnum sítt heilaga orð! Amen!

Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig

www.ragnarludvig.blogspot.com