Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Maud Wang Hansen, forkvinna i Føroya Pedagogfelag.

Har var bert ein trumla og einki kjak

Í grein í netútgávuni av Skúlablaðnum leggur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í sera speiskum – fyri ikki at siga niðurgerandi – vendingum eftir Føroya Pedagogfelag, sum hann skýrir at vera niðurgerandi mótvegis lærarunum í umrøðu av forskúlunum. Millum annað hevur formaðurin í Lærarafelagnum fingið ilt av, at ein námsfrøðingur, sum arbeiðir við teimum seks ára gomlu í einum dagstovni í grein á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum hevur sett litir á námsfrøði og frálæru.

Skrivað hevur: Maud Wang Hansen:

Tað eru hesir setningarnir hjá námsfrøðinginum, ið eru falnir Herálvi Jacobsen fyri bróstið : ”Samanborið við skúlahugsanina, so hugsa vit meira í litum her, bæði ítøkiliga og myndaliga sæð. Í skúlanum snýr tað seg meira um, at børnini skulu tilpassast – har verður hugsað meira grátt.”

Her kann eg bara staðfesta, at lærarafelagsformaðurin hevur lisið greinina við sera ónuanseraðum brillum. Nú krevur tað ikki nógvan fantasi at skilja, hvat liggur undir, tá Herálvur Jacobsen tosar um hógvar, sum vísa seg, og hetta orðavalið er átaluvert og langt úti.

Í endurgevingini av brotinum, hevur hann snildisliga tikið teir mittastu setningarnar burtur úr. Námsfrøðingurin útdjúpaði nevniliga sítt sjónarmið við hesum orðunum um tey seks ára gomlu:

”Børn í hesum aldrinum eru smekkfull í hugskotum og hava eitt hugflog uttan mørk. Tað skal hava loyvi at breiða seg út, og royndir vísa, at tey læra mest gjøgnum spæl og við tí eisini fáa læringina inn á rættasta hátt.”

Eg dugi ikki á nakran hátt at síggja, at hon niðurger lærarar og teirra arbeiði. Hon staðfestir bara, at børn í hasum aldrinum ikki eiga at avmarkast (tilpassast) av undirvísingarkørmum. Soleiðis lesi eg hennara utsøgn, og tá hon setir litir á, so er tað heldur eingin niðurgerðing, men bert ein myndagerð av muninum á umhvørvinum í einum dagstovni og einum skúla, soleiðis sum eitt seks ára gamalt barn kanska upplivir tað.

Nú skal eg ikki fara at endurgeva alla greinina hjá Herálvi Jacobsen, og næstformaðurin í Pedagogfelagnum, ið eisini fær sítt, dugir sjálvur at svara fyri seg. Tað skerst ikki burtur, at tað at hava eina meining og hava dirvi til at kjakast alment kann kosta viðhvørt, men eigur á ongan hátt at verða brúkt í hesum samanhanginum, tí næstformaður Pedagogfelagsins hevur einki við umrøddu grein at gera.

Men eitt brot afturat má eg endurgeva og kommentera – tað er hetta brotið, endin á greinini, sum eisini er veruliga orsøkin til, at eg yvirhøvur skrivi hesar reglur. Formaður Lærarafelagsins skrivar soleiðis:

”Tað er okkara skylda, sum fakfólk, framhaldandi at eftirlýsa og eggja til orðaskifti og kjak, og at arbeiða fyri at børn og ung fáa tær bestu umstøður, men lat okkum gera tað við virðing fyri hvørjum øðrum. Soleiðis flyta vit okkum, og so sømir tað seg best eisini.

”Eg kundi ikki verið meira samd við Herálvi Jacobsen um hattar. Men tað er júst her, at veruligi trupulleikin er. Her hevur nevniliga ongantíð verið nakað veruligt kjak. Forskúlarnir eru bara trumlaðir ígjøgnum av landsins myndugleikum, bornir í heim av kommunalum skúlamyndugleikum og allan vegin íðiliga tilskundaðir og væl stuðlaðir av Føroya Lærarafelag.

Tann fyrsti av teimum nýsprotnu forskúlunum skuldi eitast at vera ein royndarverkætlan, sum síðani væl og virðiliga skuldu eftirmetast, áðrenn skipanin varð formaliserað og sett í verk fyri alt landið.

Men har hevur ongantíð verið nøkur faklig eftirmeting. Kortini varð forskúlakunngerðin bara sett í gildi eftir summarfrítíðina í fjør.

Allir spurningar, grundgevingar og atfinningar frá Føroya Pedagogfelag eru totalt ignoreraðar. Skal tosast um niðurgerðing, so kann eg gera púra greitt, at Føroya Pedagogfelag kennir seg, sínar limir og teirra námsfrøðiligu førleikar niðurgjørdar í ógvuliga stóran mun, tá tað snýr seg um forskúlarnar.

Vit royndu bæði við góðum og illum at verða tikin í álvara. Vit bóðu um, at tað bleiv lurtað eftir okkum. Men har var einki samband við avvarandi myndugleika, og eingin stuðul frá Føroya Lærarafelag. So ja, formaður Lærarafelagsins, tú kanst kalla tað eina herferð, men vit halda, at Mentamálaráðið og skúlaverkið ger ein so stóran feil at seta eina so illa fyrireikaða og so illa fakliga funderaða forskúlaskipan í verk, at vit tala at, hvar vit kunnu, tá nú ongin tímdi at lurta eftir okkum á røttum stað í sjálvari tilgongdini. Og tá ein dagstovnur bjóðar seg fram at lýsa teirra tilboð til tey seks ára gomlu, so hevur stovnurin okkara fulla stuðul.

Tey seks ára gomlu eru ein aldursbólkur, ið tradisjonelt hevur verið fakøki hjá námsfrøðingum og ikki lærarum. Nei, tað gevur ikki okkum patent upp tey, men tað er tá løgið, at okkara vitan og royndir um júst henda aldursbólk konsekvent verða skúgvað til viks, totalt ignorerað.

Tað ger tað ikki minni løgið, at vit í Føroya Pedagogfelag ikki hava sæð eitt einasta eitt fakliga undirbygt argument fyri, at tað er betri fyri børnini at koyra tey í forskúla sum seks ára gomul. Við fakliga undirbygd argumentir meini eg við námsfrøðilig og barnapsykologisk argumentir.

Hinvegin finnast upp í leypar av royndum og kanningum, sum eru gjørdar uttanlands. Allar hesar kanningar og royndir staðfesta, at tað ikki tænir barninum, at tað byrjar í skúlanum ov tíðliga.

Tvørturímóti vísa nógvar royndir, at ov skjót skúlabyrjan er eitt skaðiligt inntriv í barnsins búning og menning.

Lopið frá dagstovnunum, har námsfrøðin er ráðandi, til skúlan, har størri dentur verður lagdur á undirvísing, er stórt og krevur sjálvsagt fyrireiking. Og um hetta vilja vit heldur enn fegin hava eitt mennandi kjak og eitt veruligt samstarv við Føroya Lærarafelag. Eitt kjak við støði í barnsins tørvi, sum kann enda við at vit fáa tað allarbesta føroyska tilboðið til tey seks ára gomlu.

Tað hevði klætt formannini Lærarafelagsins betri at stuðla undir mótgangin, sum Pedagogfelagið hevur fingið frá landsstýrismanninum í Mentamálum, bæði tá talan er um at seta á stovn eitt dagstovnaráð, og tá avtalan, sum varð gjørd um Skúlaspíran, bleiv broytt, bert til Lærarafelagsins fyrimum.

Tað hevði eisini klætt Lærarafelagnum, um felagið tók undir við Pedagogfelagnum, tá vit vístu aftur, at Folkaskúlaráðið er ráðgevandi hjá Landsstýrismanninum um, hvat hóskar seg at arbeiða við á dagstovnaøkinum og tað hevði sømt seg betri fyri Lærarahópin í Fólkaskúlaráðnum at ráðgivið innan egnu karmar og ikki at átikið sær leiklutin at tosa fyri ein annan fakbólk um teirra arbeiði og enn minni at gera seg klók vegna menning og umstøður hjá hesum børnum, sum Fólkaskúlaráðið av góðum grundum einki hevur við at gera.

Tað, vit hava lisið, og sum stuðlar sjónarmiðum hjá Pedagogfelagnum um, at tað er náttúrligt, at námsfrøðingar arbeiða við teimum seks ára gomlu, er, tá Lærarafelagsformaðurin alment fer út við eini áheitan á myndugleikan um at geva lærarum í forskúla serliga førleikamenning – førleikar sum námsfrøðingar frammanundan hava. Er tað ikki júst hetta, sum er orsøkin til, at tað er fakøkið hjá námsfrøðingum, sum nú skal yvirtakast av lærarum?

Nú er nóg mikið ráðgivið og trampað í okkara veltu. Nú skal Lærarafelagið heita á síni um at traðka í egnu veltu, um traðkast skal í nakrari veltu.

Eg haldi at greinin hjá lærarafelagsformanninum leggur upp til, at námsfrøðingar onga meining skulu hava um fólkaskúlan, sum vit øll hava verið ella verða partur av og júst tí eisini hava eina fatan av.

Pedagogfelagið hevur onga orsøk havt til at leggja eftur lærarum og koma vónandi ongantíð at hava orsøk til tess, og hesum eiga vit fakfelagsleiðarar at ganga á odda og virka fyri.

Pedagogfelagið er opið fyri samstarvi, og vit vita, at okkara limir, sum frammanundan starvast í fólkaskúlanum, gera eitt gott arbeiði, uttan at nakar myndugleiki leggur nakað í tey. Hóast tað so lata fleiri teirra væl at, tí teirra høvuðsábyrgd er menning barnanna og at tryggja góðar og tryggar umstøður, soleiðis at møguleikarnir fyri menning og læring eru optimalir hjá børnunum.

Maud Wang Hansen

forkvinna í Føroya Pedagogfelag

Kelda: www.pedagogfelag.fo