Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HAR DU PENGE KAN DU FÅ, HAR DU INGEN MÅ DU GÅ

Tað er ikki alt gull, sum glitrar.

Eitt vælkent fyribrygdi verður sagt at vera, at hevur tú pengar, kanst tú nógv meir enn tey, sum ongar pengar hava. Hevur tú pengar kanst tú keypa tær fakfólk, sum vita hvar skápi skal standa.

Men tað kann Ann-Mari Berg ikki. Hóast navnið Berg, ber brá av pengum og gullið, so er ikki alt gull, ið glitrar. Ann-Mari skal berjast fyri rættindum til hennara børn, sum eru rænd frá henni, og sita nú í klørnum á pengagrískum fólki, og sum misbrúka sína makt, so børnini ikki so frægt, sum hava samband við sína egnu mammu.

Ann-Mari skal eisini berjast fyri, at Maj-Britt, systir hennara, skal koma úr fongslinum, sum pápin hevur sperra systrina inni í. Helst við hjálp frá kristna felagsskapinum, Malta í Hirtshals.

Ann-Mari, ynskir eisini at hjálpa beiggja sínum, sum er sálarliga niðurkoyrdur. Tvangsmedisineraður, og sum systirin, Maj Britt, sperraður inni í fongsli, settur i spennitroyggju av Berg- og Dalsgarð dynastinum í Føroyum.

Júvíst hevur Ann- Mari, nógv at berjast fyri, men alt hetta kostar pengar. Tað, sum hevur verið stórsta peningaliga útreiðslan hjá Ann-Mari, er, at hon og hennara advokatur í Danmark, als ikki verða hoyrd ella vird av myndugleikum, og vanlig mannarættindi er helst ikki galdandi fyri Ann-Mari í Føroyum.

Tað kostar at útvega sær sær løgfrøðisliga serfrøði, so rættartrygd og mannarættindi eisini kemur Ann-Mari, børnum hennara, og systkjum hennara tilgóðar. Um nakrar fáar dagar verður Ann-Mari innkallað til eina rættargongd í Spanien, tí børn hennara vórðu rænd hagani. Bara tað kostar ein flogsedil + sakarmálsútreidslur. Anna-Mari er eisini løgd í spennitroyggju, sum eitur ”fátøk” So hon er í djúpari neyð, tí nær sær hon ein glotta fyri framman – at hennara børn og systkin hava tað, vit onnur taka sum eina sjálvfylgju, nevniliga eina rættartrygd.

Eg havi eitt hugskot, sum eg havi tosað við Ann-Mari um, og tað er at gera eina innsavning, so Ann- Mari kann koma víðari við sínari sak ogbardaga fyri, at rættvísi umsýður fer at síggja dagsins ljós fyri hennara børnum og systkjum. Tískil fari eg at heita á alt Føroya fólk, at lata minimum kr. 50 inná eina konto, sum verður stovnað til sakarmálsumkostnað, so Ann-Mari kann koma víðari og loysa børn og systkin úr maktgirndini í Berg- og Dalsgaarð dynastinum.

Fyri at stuðla kunnu fólk seta pening inn á konto nr. 9181 - 132.088.4. Teldupost adressan hjá Ann-Mari Berg er: mamma75@live.dk . Stuðla tiltakinum, so Ann-Mari kann koma víðari við málinum.

Vit kunnu bara ikki renna undan veruleikanum, at:

HAR DU PENGE KAN DU FÅ, HAR DU INGEN MÅ DU GÅ.

Vinarliga

Anna Solveig Ingjaldsdóttir, v.fl.