Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hanus Kamban í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2012

Stuttsøgusavnið “Gullgentan” eftir Hanus Kamban er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2012.

Í savninum endurnýggjar Hanus Kamban sítt frásøgukynstur við at lata tað trúliga og tað ótrúliga renna saman í tíggju hugfangandi søgur um vald og máttloysi, kærleika og harðskap.

- Orðavalið er sjáldsama neyvt og fjølbroytt, og søgurnar eru grundaðar á ein greiða, kritiska støðu til ráðandi politisk og mentanarlig rák í okkara tíð.