Hansa Maria Hansen sett í starv
1 juni byrjaði Hansa Maria Hansen í starvi sum bókhaldari hjá Nes kommunu, fyri Oddvør Harryson, sum fer frá vegna aldur.
Hansa Maria hevur seinastu árini starvast á skrivstovuni hjá Heimamissiónini.
Oddvør hevur verið í starvi hjá Nes kommunu síðan 1987, t.v.s. at hon í ár hevur verið í sama starvi í 25 ár. Seinasta ár, hevði kommunan móttøku fyri Oddvør, tá hon fór um pensiónsaldur, og hevur hon síðani tá, arbeitt niðursetta tíð.
Nes kommuna takkar Oddvør fyri sera trúgva og ábyrgdarfulla tænastu á skrivstovuni í øll hesi ár, við ynskjum um alt tað besta fyri framtíðuna.
Kelda: www.nes.fo