Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hans Marius Ziska

- “Going Home” er millum tey bestu løgini, eg havi hoyrt úr føroyska tónleikinum og er berandi! 

Tá eg setti meg ordiliga at lurta eftir lagnum, fekk eg eina góða kenslu, tí mær dáma hetta við tí inniliga og at merkja at tónleikurin fær teg at kenna tað, ein artistur veruliga vil siga.

Eg lurtaði eftir eini sending herfyri, har verturin royndi at tulka tað eina av løgunum hjá einum artisti, men mátti koma til heilt aðra niðurstøðu, enn fjøldin var komin til.

Tað er kanska júst hetta við tónleikinum hjá MARIUS, at tú verður førdur inn í hesar inniligar tekstirnar, sum onkursvegna kanska ikki siga tær so nógv, men fyri meg hevur Hans Marius rakt eitt ella annað, sum eg føli er rættiliga sterkt og berandi.

Eg havi verið á onkrum av hansara konsertum og má siga, at tær framførslurnar hann og bólkurin løgdu fyri dagin, er nakað av tí besta, eg haldi føroyski tónleikurin leggur fram í hesum døgum.

Tað er rættiliga harmiligt, at føroysku miðlarnir og tey ið ummæla føroyskan tónleik, ikki hava givið hesum størri ans, tí hetta er veruliga tónleikur á høgum, altjóða støði, sum átti at fingið betri rúmd.

Eg havi eisini bitið merkið í, at Hans Marius og bólkurin síggja meira í at markera seg uttan fyri Føroyar, sum er nokkso sermerkt.

Hans Marius Ziska og bólkurin MARIUS er eisini fyri okkum føroyingar og hava ein boðskap at bera okkum!

Væl veit eg, at hetta er ein avmarkaður marknaður, men eg havi kortini hesa kensluna, at vit áttu at sæð meira í tí einstaka talentinum og givið ta viðurkenning, sum hesi SKULU hava.

Eg var á einari konsert við teimum í útvarpshøllini í summar og má siga, at tónleikaliga “setup´ið” var so gott, at eg merkti hetta leingi aftaná.

Slíkar kenslur eru ikki av ongum og eri mín meting, at teir fara at koma líka langt við teirra tónleiki, sum teir hava sett sær fyri.

Hans Marius hevur royndar og góðar tónleikarar afturat sær, sum sanniliga eisini hevur givið øllum tað, ið fær tað heila at fara upp í eina hægri eind.

Tað er lagt upp til spennandi og serligu útgávuna “Home/heim” í komandi mánað og má siga, at eg eri rættiliga spentur upp á hesa og at hoyra tað nýggja frá teimum.

Viðheft er lagið “Going Home.”

Fríðálvur A. Jensen


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Gc77HLMwmS8]