Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hans Holm og Sonne Smith í Sólorku

Tey, sum koma við á fyrstu spaniaferðina hjá Sólorku næsta vár, fáa verðins bestu kunning um Spania og tær mongu tjóðirnar og ríkispartarnar, sum her er - og tey fáa hetta upp á tann stuttligasta og hugnaligasta mátan, sum hugsast kann. 

Tíðindaskriv 5. desember 2015

Sólorka hevur fingið gubbarnar handan legendarisku útvarpssendingarnar um at kalla alla verðina, Hans Holm og Sonna Smith, saman aftur. Á túrinum 29. mars 2016 fara teir millum annað at hugleiða um ta spennandi sponsku søguna og um tær mongu tjóðirnar, sum eru í spanska ríkinum,  - herundir um aktuella katalanska stríðið fyri sjálvstýri.

Túrurin 29. mars er ein eldraferð, heilsuferð og detox-ferð umframt ein vanligar feriutúrur fyri tey, sum ynskja at taka sær av løttum. Á túrinum verða hópurin av útferðum, upplivingum, sangi, tónleiki og stuttleika – og mitt í tí heila Hans Holm og Sonne Smith!