Hans Christian vann súkklur fyri 20.000 kr
Hans Christian Ludvig Hansen gjørdist tann hepni vinnarin av høvuðsvinninginum í sambandi við átakið hjá Bussleiðini.
Hans Christian vann eitt gávukort uppá 20.000 krónur til súkkluhandilin UNO í Jóannesar Patursonargøtu.
Á myndini sæst Hans Christian saman við mammu síni Betzy Ludvig vinstrumegin, og Marin Katrinu Frýdal, forkvinnu í teknisku nevnd Tórshavnar býráðs, høgrumegin, sum handaði vinningin.