Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HANS BERNTSEN AFTUR Í FØROYUM - vekingar-og forbønarmøtir

Kendi danski prædikumaðurin, Hans Berntsen, vitjar aftur í Føroyum í hesi vikuni. Hans Berntsen hevði vekingar- og forbønarmøtir í Føroyum í mars mánaða í ár, har fleiri túsund fólk vóru til møtini. Avtalað varð  í vár, at hann skuldi koma aftur seinni í ár. 

Kristiliga Tíðindatænastan

Tá Hans misti konu sína Ingu fyri knapt trimum árum síðani, sum doyði av krabbameini, varð hann raktur av  djúpari sorg, sum leiddi til depressión. Men brádliga varð hann loystur frá depressiónini, og hann kundi taka prædiku- og forbønartænastuna uppaftur, og upplivir nú, at tað koma nógv fleiri til møtini  enn áður. 

Hans Berntsen, sum var einkjumaður í tvey ár, er giftur uppaftur við Bente úr Farum. Tey vórðu vígd 10. desember í 2016. Hans er 72 ára gamal, og hann er farin at skriva  bók, har hann m.a. avdúkar hvat hann fór ígjøgnum, tá hann misti konu sína Ingu.  

Undir vitjanini í Føroyum verdur hann mikukvøldid í Suduroy, hóskvøldid í skúlanum á Vidareidi, fríggjakvøldid í KFUM&K í Klaksvík, leygarkvøldid í Missiónshúsinum í Leirvík og sunnumorgunin kl.11.00 í Lívdini í Hoyvík og sunnukvøldid kl. 19.00 í Oasini.

Hans, sum í mong ár hevur búd og havt sín andaliga basa í Aalborg, er nú fluttur til Farum, uttanfyri Keypmannahavn, har nýggja kona hansara, Bente, eigur eini hús. 

(Keldur: Tídindaskriv / Udfordringen 30.des.2016)