Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hans Andrias Sølvará tilnevndur professari í søgu

Hans Andrias Sølvará verður tilnevndur professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya 1. oktober 2019

Grundað á tilmæli frá akademiskari metingarnevnd, sum læt frágreiðing 24. september 2019, hevur leiðslan á Fróðskaparsetri Føroya tilnevnt Hans Andrias Sølvará professara í søgu við Fróðskaparsetrið.
Hans Andrias Sølvará er føddur í Klaksvík í 1962. 

Eftir at hava tikið bachelor-prógv í søgu á Fróðskaparsetrinum fór hann til Danmarkar og tók í 1994 cand.mag.-prógv í søgu og heimspeki við Universitetið í Århus. Tíðarskeiðið 1996-2007 starvaðist Hans Andrias sum lærari í søgu og heimspeki við Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeið. Í 2007-2009 var hann í starvi hjá Klaksvíkar kommunu, meðan hann arbeiddi við at skriva Klaksvíkar søgu.

Í 2009 varð Hans Andrias settur í starv sum adjunktur í søgu á Fróðskaparsetrinum. Síðan 2010 hevur Hans Andrias verið lektari í søgu á Fróðskaparsetrinum, og hevur í fleiri umførum verið dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini. Í 2016 tók hann ph.d.-prógv í søgu við ritgerðini Frá sjálvstýri móti loysing frá 2014. Ein stytt ensk útgáva av ritgerðini er við heitinum The Rise of Faroese Seperatism eins og føroyska útgávan útgivin av Fróðskapi í 2016. 

Hans Andrias hevur skrivað og givið út 9 bøkur og fleiri enn 20 greinar í ymiskum tíðarritum. Hann hevur eisini verið ritstjóri á Fróðskaparritum. Serliga er tað nýggjari politiska søga Føroya, sum Hans Andrias hevur granskað og skrivað um. Hansara útgávur eru nógvar á føroyskum, men hann hevur eisini útgivið greinar á donskum og enskum og onkrar eru týddar til týskt.

Hans Andrias hevur luttikið og hildið fyrilestrar á altjóða ráðstevnum í m.a. Føroyum, Danmark, Íslandi, Fraklandi og Gibraltar.

Í Føroyum hevur Hans Andrias hildið nógvar almennar fyrilestrar um serliga søgulig evni ymsastaðni í landinum.

Hans Andrias hevur eisini skrivað greinar í føroyskum miðlum, har hann hevur miðlað sína gransking til ein breiðari skara, og hann luttekur javnan í sendingum í Kringvarpinum.

Frá 1. oktober verður Hans Andrias professari í søgu á Fróðskaparsetrinum, har hann í løtuni eisini er dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini.