Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hann misti maktina men hevði dreymin

Dan Klein --- 08.07.2017 - 09:46

Í dag vita vit, at Kjartan Hoydal vildi hava evstu umsitingarligu maktina í Tinganesi, men tað tordi táverandi politiska skipanin ikki. Hann royndi at fáa valdið meðan Atli P. Dam, sat, sum løgmaður, men tað bar ikki til. 

Samfelagsgreining (2)
Dan Klein, journalistur, skrivar

Edmund Joensen, og Sambandsflokkurin, fingu valdið aftaná, men Edmund var ikki líka lættur at syfta hjá embætisfólkunum við politiskum ráðum, sum Atli Dam, hevði verið tað við skipapakkanum. Men Edmund hevði eisini ein kompitentan ráðgeva í Paula Ellefsen, sum sjálvur hevði drúgvar royndir í politikki og umsiting, bæði tá talan var um spinn, og annað.

Tá so Finn Normann Christensen, kom inn á banan við heilt nýggjum umsitingarligum leisti, tók fiskivinnustjórin til rýmingar. Her hevði hann so heldur ongan kjans, tá tað eisini seinni vísti seg, at núverandi løgmansstjóri, spleysaði hann av. Frikadelluverkfrøðingurin vann á fiskifrøðini, at tryggja føroyingum góða fyrisiting. Vit vita hvat vit fingu, men tey flestu halda, at hægri maktir, ella kanska bara Pauli Ellefsen, mundu vera uppi í, síðani tann seinni møguleikin ikki vísti seg møguligur.

* uppískoyti

Allar royndir at gera hendan dagin til flaggdag eru miseydnaðar. Tjóðveldi sigst liggja í buktini.

Kjartan Hoydal tók alt hetta so fast, at hann fór frá, sum almennur tænastumaður, og fekk starv í London, har ein annar framstandandi persónur við relatiónum til áttatiára falittini, goymdi seg restina av lívinum, nevniliga Albert Mortensen, sáli. 

Aðrir revar komu ikki úr sínum holum fyrr enn hárutíðin var av, men so komu tær eisini sum skotin úr einari fornari tíð. Minti eitt sindur um “Tima-trawelers”, siga tey gløggu, sum tó undraðust um ellis- og tekin um politiskt demens-forstýrilsi. 

Hesin skipsmeklarin átti sokallaða konseptið við Global-skipunum, sum fekk kelinavnið Global-gølan, og her fingu føroyingar so eisini gribbin inn í føroyska málið, men við árunum dovnaði hetta aftur, men soleiðis kemur og fer so nógv – eisini afrikanskir gribbar og aðrar ormaverur.

Ein rúgva av føroyingum valdu at seta pening í hesi tanga- og kemikaliuskip, og tað skuldi vísa seg, at hesar íløgur vóru brúktar at avskriva yvir skattin, og var sostatt ein lukerativ gesheft fyri tey flestu, men so kom Oyggjatíðindi, sum segðist hava ein blaðstjóra við bæði hornum og hala, og pástóð, at hesi kemikaliuskipini ongan eginpening høvdu, men at tey lógarkravdu 10 prosentini, bara vóru løgd omaná skipaprísin.

Men tá spøl, gummi, uttanlanda vitjanir í Zoologiskum umhvørvi við kvinnum í búri, og annað mix-max í blendimaskinuni til styrkidrykkir, eisini varð lagt omaná tonasjuna, lástaðu hesi skipini ikki nokk, men vóru søkklagin áðrenn fyrsta túrin. Nøkur journalistisk sjómíl við hesum veruleika, so vísti radarin bara hann sjálvan við hornum og hala allastaðni. Eisini í hamferð, og í dreymum. 

Skipsmeklarin stevndi Dan Klein, blaðstjóra, fyri ærumeiðing. Blaðstjórin bleiv bæði dømdur- og fordømdur, tí hann skuldi ikki forstýra myndina í mánalýsinum við paraply-glasinum, og politiska dreymin um skipapakkan hjá Atla Dam, sála, við ráðgevingini frá Kjartan Hoydal, sum tá ikki var sokkin. 

Meira seinni

Link til fyrstu greinina: http://www.oyggjatidindi.com/svik+og+svans.html

* Uppískoyti: Tað var Marita Petersen, ið, sum løgmaður, ikki vildi hava Kjartan Hoydal, til ovasta stjóra í Tinganesi, og tað gav harmaljóð í brævi, sum Kjartan Hoydal skrivaði til løgmann aftaná.