Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Handverkaravinnan hvørvur

Handverkaravinnan í Føroyum er ikki kappingarfør, tá talan er um lønir til starvsfólk. Tí eru nógvir handverkarar, tey seinnu árini, farnir uttanlands at arbeiða. ”Men hóast vit kunnu fegnast um, at handverkarar fáa henda gylta møguleikan, so kann hetta í longdini gerast ein stórur trupulleiki, tí vandi er fyri, at handverkaravinnan í Føroyum steðgar upp,” sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum nú fer at reisa málið í løgtinginum.

Á tingfundinum komandi mikudag, fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, at seta Johan Dahl, landsstýrismanni, ein munnligan fyrispurning um kappingarførið í handverkaravinnuni.

Helgi Abrahamsen vil hava at vita, hvat landsstýrið ætlar at gera við trupulleikan av, at handverkaravinnan missir nógv fólk, tí lønar- og skattaviðurskiftini eru munandi betri uttanlands enn tey eru í Føroyum. Eisini vil hann hava at vita, nær roknast kann við, at tiltøk verða sett í verk, fyri at vinna á hesum trupulleikanum.

Sjálvt handverksmeistarar fara

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at sjálvt handverksmeistarar umhugsa at steðga sínum virksemi í Føroyum, tí teir fáa størri inntøku og meira frítíð um teir eru vanligir handverkarar uttanlands, enn tá teir eru arbeiðsgevarar í Føroyum.

”Hetta kann í longdini gerast ein stórur trupulleiki, tí um handverksmeistarar snara lykilin um, so steðgar handverkaravinnan upp,” sigur hann.

Í farnu viku søgdu tveir landsstýrismenn, at ætlanin er at fáa útlendskar handverkarar at arbeiða í Føroyum ístaðin fyri teir føroyingarnar, sum eru farnir uttanlands at arbeiða. ”Men hvar skulu teir arbeiða, tá handverksmeistararnir eru farnir av landinum?” spyr Helgi Abrahamsen.

Ikki spurningur um skatt

Spurningurin um skattligu viðurskiftini hjá føroyingum sum arbeiða uttanlands, hevur ofta verið frammi, men hesin fyrispurningurin snýr seg ikki um skattainntøkur til landskassan. ”Hetta skal fyrst og fremst skiljast sum ein vinnuligur spurningur, har dentur verður lagdur á vandan fyri, at handverkaravinnan í Føroyum hvørvur,” sigur Helgi Abrahamsen.

Munnligir fyrispurningar standa á skrá fyri tingfundin mikudagin 9. oktober.