Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Kim Matthäi Leland

Handtikin fyri brot á narkotika lógina

Narko politiið handtók fríggjadagin 22. januar, ein 24 ára gamlan mann og skuldsetti hann fyri brot á narkotika lógina.

Meðan 4 mans vóru í grundlógarforhoyri Føroya Rætti í dag í samband við eitt stórt narko mál, handtók narko politiið kl. 16.57 ein 24 ára gamlan mann og skuldsetti hann fyri brot á narkotika lógina.
Í samband við húsarannsøknina heima hjá honum, fann politiið 67 gram av amfetamin, umleið 5 g av ketamin umframt fleiri tablettir av ymiskum slag.

Efter ætlan varð tann 24 ára gamli maðurin framstillaður í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti leygardagin, tann 23.januar.

Grundað á víðari kanningararbeiði, vóru ikki fleiri upplýsingar í málinum.