Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland á hægsta uttanríkispolitiska stigi

Handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland umrødd á hægsta uttanríkispolitiska stigi.

Undir árliga ST-aðalfundinum nýtti løgmaður høvi at hava fund við russiska uttanríkisráðharran, Sergey Lavrov. Á skránni fyri fundin vóru handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland.

Føroyski útflutningurin til russiska marknaðin er vaksandi, og ynski er frá føroyskum vinnulívi at fáa betri marknaðaratgongd. Landsstýrið arbeiðir tí fyri at at fáa ein nýggjan handilssáttmála í lag, og er hetta fyrstu ferð, at handilsviðurskiftini landanna millum, eru umrødd á ráðharrastigi.

Á fundinum legði løgmaður dent á tað søguliga samstarvið millum Føroyar og Russland, og vísti á góða samstarvið á fiskivinnuøkinum, og at Føroyar vóru millum fyrstu londini í Vesturheiminum, sum gjørdu fiskivinnusáttmála við táverandi Sovjetsamveldið.

Samskifti hevur áður verið millum Føroyar og Russland um ein nýggjan handilssáttmála, men russar vóru ikki sinnaðir at samráðast um nýggjan sáttmála fyrr enn Russland gjørdist limur í WTO.

Løgmaður og uttanríkisráðharrin samdust um at byrja eina tilgongd, har fyrsta stigi er, at landsstýrið letur russisku stjórnini eina formliga áheitan um nýggjan handilssáttmála.

Í hesum sambandi sigur løgmaður: ”Ein nýggjur handilsssáttmáli við Russland hevur stóran týdning fyri okkara útflutning. Men vit mugu gera okkum greitt, at tað kann ganga rúm tíð áðrenn ein sáttmáli gerst veruleiki.

Fleiri enn 30 lond ynskja at gera fríhandilssáttmála við Russland. Summir geirar av russiska vinnulívinum hava higartil verið vardir av tollmúrum. Hugsast kann, at russiska stjórnin vil geva sínum vinnulívi tíð at tillaga seg broyttu kappingartreytunum. Tí er umráðandi, at vit fáa gongd á formligar samráðingar, so vit fáa er eina nýggjan handilssáttmála í lag, so skjótt til ber.”