Handilssamstarvið millum Føroyar og ES komið á eitt vegamót
Mánadagin 7. mars høvdu føroyskir og ES myndugleikar fund í felagsnevndini, sum viðger handilssamstarvið millum Føroyar og ES. Fundurin varð hildin í Brússel, og talan var um 19. felagsnevndarfundin síðani handilssáttmálin millum Føroyar og ES kom í gildi í 1998.
Ynskið Føroya um at styrkja handilssamstarvið við ES, og at fáa betri marknaðaratgongd fyri virkaðar fiskavørur varð umrøtt. Harumframt umrøddu partarnir ítøkiligar broytingar í sáttmálanum á ymsum økjum og dagføringar í heilsufrøðiligu avtaluni.
Føroyar hava í longri tíð gjørt vart við, at verandi karmurin fyri handilssamstarv við ES er ov stirvin. Seinnu árini hevur handilsjavnin millum Føroyar og ES verið til stóran fyrimun fyri ES, og ES kann frítt útflyta at kalla allar vørur tollfrítt til Føroya. Meginparturin av føroyska útflutninginum er fiskavørur. Kortini kunnu Føroyar bert útflyta tær fiskavørur tollfrítt til ES marknaðin, sum eru greinaðar í lista við einstøkum vørubólkum. Tað eru serliga virkaðar fiskavørur, sum Føroyar hava ynskt at leggja aftrat listanum.
Tað kann taka fleiri ár at samráðast um og samtykkja at leggja nýggjar vørur afturat hesum listanum. So hóast Føroyar hava tollfría atgongd fyri stórt sæð allan verandi útflutning til ES, er trupult at fáa betri marknaðaratgongd fyri virkaðar vørur, sum føroyskir framleiðarar hava ætlanir um at menna.
Seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at menna samstarvi við ES, bæði á handilsøkinum og á øðrum økjum. Á fundinum vórðu partarnir samdir um, at handilssamstarvið millum Føroyar og ES er komið á eitt vegamót. Undir verandi kørmum er rásarúmið fyri broytingum í handilssáttmálanum sera avmarkað. Tí samdust partarnir um, at tíðin er komin til í felag at viðgera, hvussu javnvágin kann betrast í handilssáttmálin, og hvussu sáttmálin verður meira tíðarhóskandi.
Avtalað varð, at felagsnevndin komandi vikurnar fer at koma ásamt um ein leist fyri, hvussu henda tilgongd kann skipast.
Næsti fundur í felagsnevndini ímillum Føroyar og ES um handilssáttmálan verður í Føroyum í 2023.
Felagsnevndin Føroyar-ES
Handilssáttmálin millum Føroyar og ES ásetur, at ein felagsnevnd skal hava eftirlit við, hvussu fríhandilssáttmálin virkar. Felagsnevndin hittist regluliga at skifta orð um, hvussu sáttmálin virkar, og um onnur mál, sum hava samband við hann.
Felagsnevndin er mannað við embætisfólkum úr Sendistovu Føroya í Brússel, landsstýrinum og aðalstjórnini í ES fyri handil, vanliga nevnd DG Trade.