HÁLVUR TÍMI UM KONGSHÚSIÐ OG KRINGVARPIÐ
Sambandsflokkurin á Christiansborg: Drotningin er ríkisleiðari í ríkinum, sum Føroyar eru partur av. Tí er tað náttúrligt, at borgarar í Føroyum kunnu fylgja væl við, tá ríkisleiðarin hevur eitt 40 ára jubileum. Lurta eftir áhugaverda orðaskiftinum í Góðan Morgun Føroyum.
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, og Torbjørn Jacobssen, fyrrv. løgtingsmaður, í lívligum kjaki um leiklutin hjá Kongshúsinum í Føroyum, og um dekningin hjá Kringvarpinum av 40 ára hátíðarhaldinum hjá Drotningini. Kringvarpsstjórin á síðulinjuni.
Hetta var útgangsstøði fyri tí, sum hoyrdist í Góðan Morgun Føroyum týsmorgunin 17. jan. kl. 08.00.
Góðan Morgun Føroyar 17.01.2012:
http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/01/17/Statistar%20%C3%AD%20monarkiskari%20komediu
Áheitan um at halda Public Service-skylduna:
http://edmundjoensen.fo/Default.aspx?ID=5&M=News&PID=11&NewsID=225
Sambandsflokkurin á Christiansborg á Facebook:
www.facebook.com/christiansborg