Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HÁLVDEYÐ UPPÁ EITT SPLITSEKUND

Fyri sløkum ári síðan frættust góð tíðindi í fjølmiðlunum, at B7-deildin á LSH nú skuldi blíva til eina deild, har borgarar úr øllum landinum, sum høvdu fingið ein evt. heilaskaða, skuldu koma: blíva kannaðir av fakfólki, skuldu fáa góða viðgerð og skuldu fáa neyðugu bráðfengisuppvenjing.

Og nógv tiltøk vóru sett í verk hesum viðvíkjandi.

Okkara dagliga arbeiði á deildini byrjar við venjing frá morgunstundini av. Vit byrja árla við at venja: til morgunmatin, til Wc-gongd. Upp og niður, aftur og fram. Vit strekkja, boyggja, blása, gálva, gapa, geispa, ganga, gráta, flenna....you name it.

Venjing frá morgni til myrkurs

Frá morgni til myrkurs er venjing. Sjálvt um náttina er varislig venjing eftir førimuni. Og so til seinast syngja vit hjartans fegnar, saman við tí sjúka. - Gevandi løtur fyri báðar partar.

Samantvinnað í øllum hesum venjingum veita vit 1. floks sjúkrarøkt.

Fysio- og ergoterapeutar veita okkum góð ráð og vegleiðing um, hvørjar rørslur og kropslimir vit serliga skullu arbeiða við dagliga.

Talulærari kemur á gátt og gevur okkum stimbrandi hjálp.

Neurologur kemur úr DK nakrar ferð árliga, og leggur okkum lag á, hvat vit skullu eygleiða.

Strævin tíð uttan egið kamar

Og soleiðis fara hesir borgarar út út aftur í samfelagið eftir drúgva tíð við venjing. Hetta er ein sera strævin tíð fyri tann rakta borgaran. Hesi hava ikki sítt egna kamar at hvíla seg í aftaná harða dagliga venjing, men mugu deila kamar við 2 ella 3 fyri teimum ókend fólk. Sum eru líka sjúk og kanska verri. Og so teir raktu borgarar, sum í vikuvís mugu liggja á gongini aftanfyri ein skerm í skýma-skotum vegna ov fáar stovur. Tað er so óvirðiligt. Og trygdin? Hvar bleiv hon av?

Ongin frískur borgari ynskir hesa viðferð. Ikki eg. Tað veit eg!

Ov fáar hendur Tað, sum harmar okkum er, at vit hava ov fáar hendur at lyfta hesa stóru uppgávu. Ov fá røktarstarvsfólk, fysio- og ergoterapeutar og talupedagogar.

B7 kemur ikki at liva upp til reglurnar í altjóða høpi, um ikki fleiri hendur/pengar verða játtaðir. Vit røktarstarvsfólk megna ikki uppgávuna, sum frá líður.

Tað harmar okkum øll ferð eftir ferð at hoyra frá avvarðandi, at aftan á 14 dagar - sum tey eygleiða - so slaka vit upp á venjingina. Og tað er gott belegg fyri tí, tey siga: tí nýggj heilarakt koma á deildina, sum av góðum grundum krevja allar virknar hendur. Dag og dagliga møta vit hesum borgarum, sum í ringasta føri upp á eitt splitt-sekund eru hálvdeyð, tvs. at hálvur kroppur teirra er deyður. Og nógv av teimum hava mist evnini at tosa.

Manglandi venjing eftir sjúkraviðgerðina

Greinin blívur ov long, um eg eisini skal greiða frá, um venjingartilboðum um landið. Har dumpa vit eisini í altjóða høpi, vóru orðini frá lækna nú ein dagin, eg varisliga spurdi hann. Eitt álit fyri og annað eftir er skrivað nú í fleiri ár til politikkarar.

Nú eg havi "sovið" eina nátt aftaná, at hava skrivað og redigerað hesa grein, fellur mær fyri bróstið, hvussu lítið røktarstarvsfólk eru verd og vird hesum viðvíkjandi í alra manna eygum. Blíðar heilsanir

Ann Hovland, sj. rø. fr. á B 7