Hálv handilsvinnan í mølposanum hjá Eik-Grunninum
Fínu adressurnar hjá Fastogn: Tað var 1. mars 2012, at leiðslan í SMS sendi út tíðindini um, at reiðarin í Hirtshals, Gullak Madsen, og handilsfyritøkan á Tvøroyri, P/F N.J. Mortensen, hava keypt íslendska partin, men tað er Fastogn, ið eigur bygningarnar. Ikki minni enn 50 prosent av stórum handils- og skrivstovubygningum í Føroyum eru at finna í mølposanum hjá Eik Grunninum. Eisini SMS-bygningarnir.
Sjálvt um íslendingar eru komnir betri frá fíggjarkreppuni enn flest onnur lond, so leikar hart á í landinum við uppgerðini. Bankar og fíggingarstovnar eru farnir á heysin ella eru yvirtiknir. Eitt hav av sakum eru reistar fyri fíggjarsvik, og sera ivasom lán, sum fyrr hava verið latin, verða nú inndrigin við harðari hond.
Tað er nógv, sum bendir á, at íslendski kapitalurin í SMS er lántur í gamla Kaupthing, og nú er kravdur á borðið, og tí kann Gullak og Mortensens fólkini á Tvøroyri, hava fingið íløguna fyri eina lutfalsliga minni upphædd.
Hesin um okkara leiðir kendur bankin í Íslandi, Kaupthing Bank, hevði í nøkur ár deild í Føroyum við ivasomum tilboðum. Oyggjatíðindi hevur avdúkað, at teir báðir framfýsnu stjórarnir í táverandi Eik Banka, Bjarni Olsen og Marner Jacobsen, longu komu í nevndina í 2002, og har sótu teir flankeraðir við stovnaranum av Kaupthing í Íslandi, sum formanni, sum nú verður kannaður av løgregluni. Í 2005 kom advokaturin, Jógvan Páll Marius Lassen, í nevndina.
Paradoksið er nú, at Føroya Banki, sum hevur keypt seg inn í LÍV, hevur bitið seg fast í Fastogn, meðan Eik Grunnurin hevur hina helvtina á líkgoymslu.
Eitt er, at eigararnir av Bónus í SMS, vóru tvingaðir at selja tí lánini vórðu kravd útgoldin. Tað frættist at fleiri í Føroyum hava fingið somu boð um at betala lánini aftur.
Jú sanniliga:
Fínu adressurnar hjá Fastogn, hava annað beini í mølposanum hjá Eik-grunninum.
Lesið restina av greinini og aðrar avdúkandi greinar, sum bara finnast í Oyggjatíðindum.
----------
Nú riggar at keypa Oyggjatíðindi á netinum
Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:
Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.