Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Haltar innanhýsis samskifti í Sosialinum?

Nú síggi eg at Eirikur á Sosialinum rættuliga er fornermaður. Men tað blívur helst betri. Orsaka av at innanhýsis samskifti á Sosialinum ikki sær út at rigga, royna vit enn einaferð umvegis Vágaportalin. Eg havi tosa við Jón Brian og bjóða honum á fund á Strondum. Eg segði at tað kundi ikki verða fyrr enn í næstu viku. Hann vildi hava alt at ganga skjótt. Men tá tað er Sosialurin sum ger øðrum órætt tilskili eg mær at áseta tíð og stað. Sjálvandi skal Sosialurin hava sítt at siga um dato og klokku.

EG skal eisini afturvísa, at eg havi nakað í móti at tit prenta lista við mínum navni. Segði eisini við Jón Brian at eg var líkaglaður við hvat tit skriva um meg. Men at mær als ikki dámdi at Taks útleverar ein lista sum als einki skil er í. Og eg haldi als ikki at tað er flóvisligt at verða nevndur.

Tá eg dugdi at síggja, at Sosialurin ikki var áhugaður og als ikki vildi skilja sjálvt tað mest einfalda, valdi eg at senda eina innbjóðing umvegis Vágaportalin.

Sjálvt um eg skar tað út í papp, so skilur Sosialurin als einki. So er eingin vón fyri nøkrum.

Eirikur vil ikki skilja, og tí vil hann ikki rætta, at hann hevur ákært Løgmann og Árna Gregersen fyri at gera tað sum er ólógligt. Hetta uttan dokumentatión. Tá Eirikur als ongan hug hevur at eftirkanna upplýsingarnar, er tað ærumeiðing og misbrúk av upplýsingum við vilja!

Vit aðrir sum verða (eftir mínari meining) misbrúktir tí Eirikur er eftir áðurnevndu persónum, kunnu ikki gera tað stóra. Tað er nevnuliga farligt at siga nakað og um tú hevur nakað at missa er best einki at siga. Og so kann Eirikur halda áfram at misbrúka upplýsingar.

Tó finst kanska onkur sum ongan ræðist og sigur sum Gekko: "If you stop telling lies about me I will stop telling the truth about you"

So Eirikur. Eg tosaði fyrst við Sosialin. Tú ákærir fólk av órøttum fyri snýt. Tú hevur ikki áhuga at fáa at vita hvussu skeivur listin hjá Taks er. Fyri landskassan er ein króna ein króna, men tú heldur at tað er munur á mvg og partafelagsskatti.

Hví skulu vit taka Sosialin seriøst?

Hví hevur Sosialurin ikki áhuga í at fáa upplýsingar?

Og hví taka ein triðja persón við? Hava tit tosa við hann. Tað havi eg.

Eg spyrji bara.

Og innbjóðingin til upplýsandi fund stendur við. Hetta fyri at tú kanst fáa dokumentera, at eg bjóðaði Taks stjóranum allar pengarnar. At stórur partur av tykkara 100 milliónum eru rentur og metingar. At einki skil er í metingum og tí eru tær skeivar. Hvat lógin sigur um at gjalda øllum kreditorum eins. o.s.fr.

Eivind Jacobsen

Strendur