Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HALLIRNAR ÓKEYPIS TIL UNGDÓMS- OG ÍTRÓTTARARBEIÐI

Ein samtykt í býráðnum týskvøldið fer at hava við sær, at skipaði ítrótturin hereftir ikki tørvar at skipa fyri óteljandi stuðulstiltøkum til tess at fíggja hallarleiguna, tí hereftir verður hon ókeypis.

Týskvøldið samtykti Tórshavnar býráð at veita eina stuðulsjáttan í sambandi við rakstri o.ø. av ítróttarhallum. Stuðulin merkir, at allur tann skipaði ítrótturin hereftir fær ókeypis hallartímar til sítt ungdóms- og ítróttararbeiði, hetta er galdandi fyri allar hallirnar, herundir svimjing og fimleikur.

- Hetta verður gjørt fyri at menna ungdóms- og ítróttararbeiðið í kommununi. Serliga hugsa vit um, at feløgini skulu sleppa undan at brúka so nógva tíð og orku til at skipa fyri stuðulstiltøkum, fyri at fáa tað at hanga saman fíggjarliga, og heldur brúka tíðina óskerda til ítróttin og ungdómsarbeiðið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Hetta merkir m.a., at hereftir verður hallarleigan ókeypis. Vit fara at samskipa arbeiðið við feløgini og gera eina nýggja reglugerð, eftir ætlan kemur skipanin í gildi um góðar tvær vikur. Alt býráðið dugdi at síggja týdningin av tí ómetaliga stóra arbeiði, ítróttarfeløginigera fyri menningina og trivnaðin serliga hjá børnunum og teim ungu, og málið varð eisini einmælt samtykt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.