Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hallirnar í Havn klárar til veturin

Jógvan Arge:

Fyrsta dagin kunnu ítróttafólkini fara inn aftur í Ítróttarhøllina á Hálsi. Nýtt er nú lagt á gólvið. Fyritøkan hjá Eyðfinni Eyðunssoni hevur havt arbeiðið um hendur at leggja nýtt linoleum á. Tað er liðugt. Nú verður tað seinasta gjørt við avmerkingum og slíkum.

Framman undan eru nýggjar plátur lagdar oman á bjálkarnar, sum eru niðast. Teir sóu út sum fyrsta dagin og eru ikki skiftir. Tað merkir, at fjaðringin í gólvinum er tann sama, sum hon hevur verið.

Høllin letur upp aftur fyri ítrótti fyrst í næstu viku, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn.

Hetta er fyrstu ferð, gólvið er skift í høllini, sum er meir enn 40 ára gomul. Arbeiðið hevur gingið væl, og menn lata at, at hetta gólvið fer at halda í onnur 40 ár. Næsta stigið á Hálsi verður ætlandi at skifta tak.

Útbyggingin av Hoyvíkshøllini er um at vera liðug. Fyrsta stigið av bygninginuim fram úr høllini verður eisini latið Tórshavnar kommunu fyrsta dagin. Nú hevur høllin fingið eina góða og prýðiliga forhøll, toalett til áskoðararnar og tvey nýggj umklæðingarrúm til ítróttafólkið.

Í øðrum stigi verður innrættað eitt stórt goymsluhøli í miðhæddini eins og teir rúmu 200 fermetrarnir á loftinum, sum enn eru óinnrættaðir. Har kann verða kafe og annað mangt til sína tíð.

Henda høll varð bygd sum venjingarhøll, men ítróttamenningin í Hoyvík hevur yvirhálað tær upprunaligu umstøðurnar.