Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Haldið fingrarnar vekk frá Strandferðsluni!

Jólagávan frá samgongumeirlutanum í fíggjarnevnd løgtingsins til starvsfólkini á Strandferðsluni í ár er ein ætlan um at umskipa Strandferðsluna til partafelag. Starvsfólkrættindi fara at verða tveitt fyri borð, samstundis sum stovnurin verður huldur í bølamyrkri og tað fer bara at skapa ófrið og ótryggleika millum starvsfólkini, sum ongantíð eru eftirspurd

Tíðindaskriv:
 
Hetta var ikki eiti á jólagáva til tey trúgvu starvsfólkini á Strandfaraskipum Landsins.
 
”Sett verður ein millión krónur av at stovna partafelagið Strandsferðslan. Landsstýrismaðurin verður biðin um at fyrireika lógaruppskot.”
 
Soleiðis ljóðar tilmælið frá samgongumeirlutanum í fíggjarnevnd løgtingsins til 2. viðgerð, nú uppskotið til fíggjarlóg er fyri í løgtinginum.
 
Samgongan hevur ætlanir um at umskipa Strandferðsluna til partafelag, og ætlar við hesum enn einaferð at offra gjøgnumskygni hjá borgarunum og rættartrygdina hjá starvsfólkunum fyri vinnulig áhugamál. Alt hetta uttan so mikið sum at hava ráðført seg við tey feløg, sum varða av starvsfólkunum á hesum stóra almenna arbeiðsplássi.
 
Missa síni grundleggjandi rættindi
Verður Strandferðslan umløgd frá almennum stovni til partafelag, verður tað ein kollveltandi broyting fyri starvsfólkini og trygdina í setanunum.
 
Gongur tað sum við hinum umløgdu stovnunum, verður fyrisitingarrætturin settur úr gildi. Og grundleggjandi starvsfólkarættindini, sum higartil hava verið sjálvsøgd, hvørva sum døgg fyri sól. Hetta eru m.a. rætturin til hoyring, kravið um at avgerðirnir – sum t.d. uppsøgn – skulu vera sakligar, og at tær hava eina fullgóða grundgeving.
 
Við broytingini verður lógin um alment innlit eisini koplað frá, og rætturin at fáa innlit í avgerðirnar at tryggja, at alt er farið rætt fram í starvsfólkamálum, hvørvur. Somuleiðis hvørvur vanliga gjøgnumskygnið hjá journalistum og øðrum borgarunum við tí, sum fyriferst á stovninum.
 
Hvørjar politiskar grundgevingar samgongan hevur fyri at ynskja hesa broyting, vita vit ikki. Men um tey vilja starvsfólkunum, sum starvast á hesum siðbunda stovni, væl, so fari eg staðiliga at mæla samgonguni frá at gera hesa broytingina.
 
Stórt afturstig fyri starvsfólkini
 
Fyri trygdina hjá starvsfólkunum hevur umleggingin av almennum stovnum til partafeløg mest sum útilokandi verið eitt afturstig. Og tá rættarliga verjan versnar, verður tað eisini ógvuliga nógv truplari hjá fakfeløgunum at verja starvsfólkini.
 
Arbeiðið hjá fakfeløgunum til frama fyri starvsfólkini fer í stóran mun fram í myrkri og tí ovurstóra trúnaðarrúmi, sum eyðkennir fyritøkurnar, ið virka eftir partafelagslógini. Fyritøkur, sum hava sum fremsta mál at skapa fíggjarligan vinning og eina vakra botnlinju í roknskapinum. Har starvsfólkarættindini altíð koma í aðru røð, ella ofta uppaftur aftanligari.
 
Starvsfelagið hevur t.d. havt stórar og afturvendandi trupuleikar við at hjálpa starvsfólki í partafelagnum Posta. Trupulleikar, sum gjøgnum árini hava fevnt um nógv ymisk viðurskifti, líka frá trupulleikum við at eftirkanna um setanir liva upp til lóg og sáttmála, at starvsfólk fáa røtt setanarskriv og løn. Og síðst, men ikki, minst vantandi gjøgnumskygni og grundgevingar í sambandi við uppsagnir og burturvísingar.
 
Skapa órógv á stovninum
Tað undrar meg almikið, hvussu hetta málið um at umleggja Strandferðsluna knappliga kom dettandi av himli beint fyri jól. Mær vitandi hevur eingin umrøtt hetta við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ei heldur við starvsfólkini.
 
Ein slík kollveltandi broyting á stovninum kann bara skapa órógv og ótryggleika millum starvsfólkini. Slíka jólagávu høvdu tey trúgvu og dugnaligu starvsfólkini á Strandferðsluni ikki uppborið.
 
Mín vón er, at tingfólk hugsa seg um nú málið kemur til 3. viðgerð, og at tey ikki fara at játta pengar til eina ætlan, sum mær kunnugt, ikki hevur fingið nakra veruliga viðgerð millum avvarðandi partar, yvirhøvur, og sum bert fer at skapa trupulleikar og ófrið á einum av landsins stóru arbeiðsplássum.
 
Súni Selfoss, formaður
Starvsfelagið