Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini frá vinstru eru býráðslimirnir Marin Katrina Frýdal, Tróndur Sigurðsson, Heðin Mortensen, Helena Dam á Neystabø og Bjørghild Djurhuus.
Í gjár varð hakin settur í til fyrsta byggistig av kirkjugarðinum í Hoyvík. Talan er um 12.000 fermetrar, ið fatar um parkeringsøki og 360 gravir.

 Málið hevur verið leingi ávegis, og tí var tað ein fegin borgarstjóri, sum segði nøkur orð, tá ið fyrsta flagið varð loyst.

 - Ein kirkjugarður á hesum stað fer ikki at ávirka verandi býarbygging. Tað er eisini av týdningi, at kirkjugarðurin kann víðkast, og at hann kann vera partur av frílendisætlan fyri býarbygging í Hoyvíkshaganum, segði Heðin Mortensen.

 Kirkjugarðurin í Hoyvík liggur við norðurendan av Dalinum Langa og liggur skamt burtur frá sambindingarvegnum Klingruni. Eysturhallandi skráin gevur lívd, og við vesturhallandi slættan er stórbært útsýni norðureftir móti Sundalagnum og vakra Tanga- og Skálafjørðinum. 

 Felagið sp/f Z.R.J. stendur fyri arbeiðinum at gera nýggja kirkjugarðin fyri 4.340.000 krónur uttan mvg.

 Arbeiðið er í 5 pørtum - útgrevstur til sjálvt økið, parkeringsøki, felagsøki og øki til gravir, arbeiðsvegur og øki til frárensl o.a.

 Borgarstjórin greiddi frá, at kirkjugarðurin í Hoyvík er býttur í 3 høvuðsrúm, sum verða skild sundur í smærri rúm. Rúmini móti vesturi varðveita vakra útsýnið eystan- og norðanfyri. Rúmini eru knýtt saman við einari høvuðsgøtu, sum aftur verður skild sundur í smærri gøtur.

 Fyri endan á 2. byggistigi verður eitt P-pláss. Eystanfyri er gjørligt seinni at víðka um økið. 

 Tað fyrsta, sum verður gjørt nú, er útgrevstur av byggistig 1, arbeiðsvegur verður gjørdur á økinum og pláss verður gjørt til alt tilfarið. Síðan verður gjørdur arbeiðsvegur frá Klingruni.

 Eftir avgrestur verður næsta byggistig fyrireikað, og tað er at gera forkanningar og uppmátingar á tað bera lendið. Hetta er fortreytin fyri at fara víðari til 2. byggistigi.

 - At enda kann eg nevna, at økið sum sagt liggur tætt við sambindingarveg, ið kann leiða nógva bilferðslu. Siðvenjan at ganga í gravarfylgi er helst komin á eitt vegamót, men her eru møguleikar, tí í beinari linju eru 950 metrar til kirkju og samkomuhús ígjøgnum fríøkið Dalurin Langi. Til sammetingar er beina leiðin millum Dómkirkjuna og kirkjugarðin við Velbastaðvegin 1250 m, t.v.s. 300 metrar longri. Eg fari at ynskja arbeiðstakaranum góða eydnu við arbeiðinum og hoyvíkingum tillukku við, at tit nú endiliga fáa leingi ynskta kirkjugarðin. Vónandi verður hetta eitt vakurt og virðiligt øki, sum samstundis verður eitt prýði fyri umhvørvið, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

 Á myndini frá vinstru eru býráðslimirnir Marin Katrina Frýdal, Tróndur Sigurðsson, Heðin Mortensen, Helena Dam á Neystabø og Bjørghild Djurhuus.