Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hakin settur í Langhylin mikudagin

Við langhylinum tekur føroysk svimjing eitt stórt stig út í heim við luttøku í altjóða kappingum, eins og Føroyar kunnu hýsa størri altjóða kappingum í høvuðsstaðnum.

Mikudagin setti Annika Olsen, borgarstjóri, hakan í Langhylin og segði nøkur orð.

Býráðið samtykti 6. novembur at taka av høvuðsarbeiðstøkusáttmála uppá 147.5 miljónir kr við P/F J&K Petersen. Og 30. novembur varð sáttmáli undirskrivaður millum J&K Petersen og Tórshavnar kommunu.

Tá ið fyrsta flagið var loyst, varð farið beint víðari at rigga byggiplássið til. Langhylurin skal verða liðugur í 2023.

SNA hevur teknað og lagt Langhylin til rættis.