Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HAKIN SETTUR Í BRÚNNA UM SANDÁ

Í fagrasta veðri fyrrapartin í dag settu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd, hakan í arbeiðið at gera nýggju brúnna um Sandá.

Umboð fyri kommununa, LBF ráðgevandi verkfrøðingar, SNA arkitektar, Andreas Berg og J&K Petersen, ið stendur fyri arbeiðinum at gera brúnna, vóru komin saman í Vika havnarmegin Sandá, nú verkætlanin fer at taka dik á seg.

-Gongur alt væl, so hava vit á ólavsøku næsta ár eina prýðiliga brúgv millum Argir og Havnina. Eina brúgv, ið ikki einans fer at hóska væl í býarmyndini og í náttúruøkinum her, men eisini ein brúgv, sum framtíðartryggjar alt ferðslusambandið millum Argir og restina av høvuðsstaðnum. Sum kunnugt hava vit ein nýggjan stóran skúla á Argjahamri, og ætlanir eru bæði um ítróttarhøll, golfvøll og flogvøll á Arjum, segði Heðin Mortensen við einum brósi, áðrenn hakin varð settur í.

Brúgvin, ið er framhald av ringvegnum, bindur saman vesturbýin og Argir. Hon verður gjørd úr stáli og betongi og verður 140 metrar long. Har hon er hægst, verður hon 16 metrar høg. Longsta spennið á brúnni verður 42 m.

Umframt góða koyribreyt, er eisini tríggjar metra breið gongu- og súkklubreyt, so lætt verður hjá øllum at koma um brúnna.

Ein so stór brúgv sæst eyðsæð aftur í landslagnum – bæði frá sjónum og býlingunum báðum megin Sandá. Tí var kravið frá kommununi at fáa eina minimalistiska brúgv, ið ikki tekur frá landslagnum, men heldur leggur aftrat. Hetta sæst m.a. aftur í, at ístaðin fyri at gera vanligar høgar ljóssteyrar, eru gøtuljósini sett niður á brúnna, og útsýnið frá brúnni er í mest møguligan mun varðveitt hjá bæði koyrandi og gangandi fólki.