Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hagtøl hjá politinum fyri 2016

Dan Klein --- 15.03.2017 - 09:58

Hagtølini hjá politinum er nú dagførd við tølunum fyri árið 2016 og nærri um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá politinum www.politi.fo 

Hagtølini ganga aftur til 2008, og tað er gleðiligt at kunna staðfesta, at talið av fráboðanum fyri brot á revsilógina fram til 2016 er fallandi, og at í 2016 eru fráboðaninar tær lægstu nakrantíð.

Samanborið við fólkatalið, hava vit her í Føroyumnógv minni kriminalitet enn í Danmark, 
Í Danmark bleiv tað í 2016 fráboðað umleið 67 brot á revsilógina pr. 1.000 borgarar, og tilsvarandi talið fyri Føroyar er einans umleið 12 fráboðanir fyri brot á revsilógina.

Hagtølini í sær sjálvum geva okkum ikki nakað svar uppá ella ábending um, hví tølini eru lækkaði, men uttan iva eru tey miðvísu fyribyrgjandi átøkini, millum annað gjøgnum SSP arbeiði og einum sjónligum politii í kvøld- og náttarlívinum, ein viðvirkandi orsøk til fallandi lógarbrotini.

Lógarbrot millum ung er sera lágt í Føroym, og lógarbrotini eru minkaði við meira enn einari helvt gjøgnum 10 tey seinastu árini.

Vit kunnu fegnast um, at 2016 var fyrstu ferð, har ongin undir 18 ár bleiv skuldsettur fyri harðskap.
Tað góða og miðvísa SSP arbeiðið hesu seinastu árini, kann verða ein orsøk til hetta.

Hesi hagtøl eru ikki nevnd í hagtalsyvirlitinum fyri 2016, men eru fingin til vega frá SSP samskiparanum hjá politinum.

Hyggja vit nærri eftir tølinum fyri tey ymisku lógarbrotini, kunnu vit staðfesta, at talið av stuldri og herverki ongantíð hevur verið so lágt sum í 2016, og er tað at fegnast um.

Hinvegin kunnu vit tíanverri eisini staðfesta, at talið av innbrotum í 2016 er hækkað nakað í mun til 2015. Tað er í miðal fráboðað eitt innbrot 6. hvønn dag, so talið á fráboðaðum innbrotum er framvegis sera lágt.

Tað er gleðiligt, at talið av fráboðaðum harskapsmálum er fallið við umleið 21% frá 101 fráboðanum í 2015 til 80 fráboðanir í 2016, og er hetta á leið tað sama sum í 2008.

Samanbera við tølini við Danmark, so eru í Føroyum fráboðaði umleið 1,5 harðskapsmál pr. 1.000 borgarar í Føroym, meðan tað í Danmark eru fráboðaði umleið 4 harðskapsmál pr. 1.000 borgarar.

Politiið í Føroym hevur hesi seinastu árini varpað ljós á harðskaps lógarbrot, og vilja vit framvegis gera hetta fyri at fáa minkað um hesi lógarbrot.

Politiið í Føroyum hevur raðfest innsatsin høgt innan ferðslulógarøkið og vísa tølini, at hóast talið av skrásettum akførum í Føroyum øktist við umleið 4% í 2016, so minkaði talið av ferðsluóhappum við heili 23% í 2016 í mun til 2015

Í 2016 vóru 9% fleiri skuldsett fyri at hava koyrt rúsdrekka ávirkaði enn í 2015, og skuldsetingarnar fyri onnur brot á ferðslulógina øktust við umleið 75%.

Hyggja vit nærri eftir tølunum fyri aðrar arbeiðsuppgávur sæst, at í 2016 vóru ongi fútamál í mun til 638 mál í 2015, og kemst hetta av, at málsøkið fútamál eru yvirtikin av dómaraskrivtovuni.