Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hægri útbúgvingar á Føroya Handilsskúla á heysti 2013

Tíðindaskriv frá Føroya Handilsskúla:

Á Føroya Handilsskúla í Havn ber til at nema sær hægri útbúgvingar sum parttíðarlestur. Tað ber sostatt til at sameina hægri lestur við arbeiðslívið annars, bæði til tess at fáa eina hægri útbúgving, men eisini til tess at lúka tey førleikakrøv til starvsfólk og leiðslu, ið verða sett á okkara arbeiðsmarknaði. Og tað ber til at fara undir hesar útbúgvingar í Føroyum.

Tað vil siga, at verandi og komandi leiðarar og starvsfólk hava møguleika at førleikamenna seg og taka eina hægri útbúgving samstundis sum tey røkja eitt fulltíðar starv.

Í morgin týsdag tann 28.mai kl. 18.00 skipar Føroya Handilsskúli fyri kunnandi fundi um tær hægri útbúgvingar, sum til ber at melda seg til í ár.

Kunnað verður um Akademiútbúgving, HD, Diplomútbúgving í Leiðslu og Merkantila Diplomútbúgving.

Hægri útbúgvingarnar sum Føroya Handilsskúli skipar fyri, verða bodnar út og skipaðar í tøttum samstarvi við m.a. Århus Universitet.

Í løtuni eru uml. 150 lesandi sum eru farin undir at taka hægri útbúgving á Føroya Handilsskúla. Tey hava øll valt at gera eina íløgu eina hægri útbúgving, ið gevur teimum møguleika at fáa áhugaverd størv við nýggjum, spennandi og meira krevjandi arbeiðsuppgávur.

Kunningarfundur um hægri útbúgvingar verður á Føroya Handilsskúla í Tórshavn týsdagin 28. mai kl. 18.00.

Vegna leiðslu skúlans luttaka Helena Dam á Neystabø og Súsan Klein Gregoriussen á fundinum. Harumframt er møguleiki at tosa við lærarar og lesandi á Hægru útbúgvingum Føroya Handilsskúla.

Vegna Føroya Handilsskúla í Tórshavn

Helena Dam á Neystabø, stjóri