Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hægri frádráttir og lægri skattur?

Herfyri fóru býráðspolitikkarar kropp á kroppi í fjølmiðlarnar at gera vart við, at skattatrýstið í Tórshavnar kommunu er ov høgt. Vegna Fólkaflokkin fegnaðist Jan Christiansen um viljan at lækka skattin, og skrivar:

“Lat okkum beinanvegin fáa lækkað skattin við 1%, og í komandi valskeiði fáa skarvað enn eitt skattaprosent av.”

Eg gjørdi tá vart við, at lyftið sum vit hava givið verður hildið, annaðhvørt lækkar skattaprosentið beinleiðis við einum prosenti, tá Boðanesheimið er liðugt, ella veita vit aðrar lættar, sum svara til eitt prosent.

Í løtuni arbeiða vit við hesum í sambandi við fíggjarlógina, sum verður løgd fram 27. september.

Men nú vil Fólkaflokkurin kortini ikki lækka skattin sum avtalað. Tí nú skal hetta eina skattaprosentið brúkast til at fíggja eina hækking av barnafrádráttinum frá 5.500 kr til ein barnatjekk á 10.000 kr.

Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, fegnast enntá í fjølmiðlunum um, at barnakekkurin ikki kostar eitt fult skattaprosent, men bara 25 miljónir. Hann staðfestir, at tað eina skattaprosentið skal brúkast til barnakekkin.

Eitt skattaprosent gevur 32 miljónir. Hækking av barnafrádráttinum til ein barnatjekk á 10.000 kr kostar 25 miljónir kr.

Men hvussu hongur hetta saman við, at Jan Christiansen ætlar at lækka kommunuskattin við einum prosenti í komandi valskeiði. Tað vil siga 32 miljónir + 25 miljónir – tað gevur 57 miljónir krónur.

57 miljónir eru nærum tvey skattaprosent.

Uttan mun til, hvussu Fólkaflokkurin setir hetta roknistykkið upp, so merkir tað, at tað verða 57 miljónir færri í kommunukassanum. Er hetta ætlanin, so má Fólkaflokkurin eisini siga fólki, hvørjar íløgur ikki skulu fremjast, og hvør rakstur skal skerjast – kanska tað er at siga starvsfólki upp?

Í endanum á greinini sigur Bogi Andreasen, at skattafríi botnfrádrátturin eisini skal hækkast – tvs at vit tosa um eina minniinntøku í kommunuskassan á meira enn 57 miljónir krónir – hvussu nógv meira sigur hann tó ikki nakað um.

Eg havi frammanundan víst á, at býráðið ikki kann gera nakað sum helst við botnfrádráttin. Hann er ásettur í løgtingslóg og heldur ikki Fólkaflokkurin í býráðnum kann gera nakað við hann, uttan løgtingið vil. Hetta er tí ikki annað enn bíligt valagn og tóm lyfti hjá býráðspolitikkarum at geva.

Vanlig fólk vita, at skalt tú gjalda meira út, so mást tú antin hava meira inn ella fremja sparingar og íløgusteðg.

Og tað er avgjørt ikki nøkur loysn í hesum tíðum, nú okkum tørvar at seta fulla ferð á alt virksemi í býnum fyri at skapa arbeiði til allar hendur, størri inntøkur og trivnað.

Heðin Mortensen, borgarstjóri