Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hædd tikin fyri sambýlum til sálarsjúk, og fólk við heilaskaða og fyri bústovnum til børn

Anniku Olsen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi í løgtinginum, um bústaðir í Eysturoynni og Norðoyggjum til føroyingar við serligum avbjóðingum.

Roknast kann við, at vardu bústaðirnir í Norðoyggjum og Eysturoynni kunnu takast í nýtslu síðst í 2013 ella fyrst í 2014 um alt gongur sum ætlað.

Til kunningar skal upplýsast, at bygginevndin viðger í løtuni byggiskrá, sum verður handað landsstýriskvinnuni í juni mánaða. Fylgjandi verður prosjekteringin bjóðað út.

Eftir ætlan fáa millum 25 og 32 fólk bútilboð í vardu bústaðunum í Norðoyggjum og Eysturoynni.

Bygt verða sambýli til tann tyngsta bólkin í skipanini og helst fáa tey sum longu eru í skipanini fyrst tilboð um at flyta í nýggju bústaðirnar.

Ætlanin er, at landið skal tryggja, at bústaðir verða bygdir til teirra, ið hava tørv á at búgva í einum vardum bústaði. Vardir bústaðir, eru bústaðir til fólk, ið ikki kunnu búgva í sjálvstøðugum bústøðum úti í samfelagnum, men sum hava tørv á sosialpedagogiskum stuðuli, felags virksemi og felagsskapi út yvir vanligt grannalag, Landið hevur í løguætlanini fyri komandi árini lagt upp fyri nýggjum sambýlum.

Harumframt er eisini ætlanin, nú Húsalánsgrunnurin hevur fingið heimild at útvega og reka bústaðir, at gera avtalu við Húsalánsgrunnin um at útvega vardar bústaðir, skipað sum búfelagsskapir.

Avtalan við Húsalánsgrunnin verður grundað á konkreta tørvin á bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum. Í mun til at lýsa tørvin á bústaðum verður støðið bæði tikið í teimum, sum í dag fáa bútilboð frá landinum, men sum búgva undir ónøktandi viðurskiftum og við støði í teimum, ið standa á bíðilista til bútilboð.

Fleiri kommunur hava ætlanir um at byggja íbúðir – bæði lutaíbúðir og leiguíbúðir. At útboðið á íbúðum sum heild verður størri kring landið, vil vónandi føra til, at fólk við serligum avbjóðingum eisini fáa eitt størri útboð, í tann mun tey megna at búgva í sjálvstøðugari íbúð við tænastu frá Stuðulstænastuni.

Avtala er gjørd millum Almannamálaráðið og Húsalánsgrunnin um at Húsalánsgrunnurin verður ein partur av ætlanini at útvega teimum, ið eru flutt inn á Heiðaveg í Runavík eitt meira varandi bútilboð.

Um so er, at fólk ynskja at taka seg saman um skipa vardar bústaðir sum lutaíbúðafelag, so eru lutaíbúðir at meta sum eigaraíbúðir, í tann mun, at tað verður Stuðulstænastan, ið veitir tilboðið inn í bústaðin.

Hvørt støðan verður ávirkað, tá umræður stuðulstímar og tænastu frá tí almenna í mun til í dag, veldst um hvør tørvurin er.

Hvørt Stuðulstænastan skal leiga høli til starvsfólk veldst um, hvønn tørv Stuðulstænastan hevur á hølum.

Í løguætlanini 2012 – 2024 er, umframt vardu bústaðirnir í Norðoyggjum og Eystyroynni, ið geva millum 25 til 32 búpláss, hædd tikin fyri trimum verkætlanum, sum tilsamans fara at útvega 40 nýggj búpláss til fólk við menningartarni. Í 2014 verður farið undir at byggja vardar bústaðir til 8 búfólk, í 2015 til 16 búfólk og í 2022 til 16 búfólk.

Harumframt er í løguætlanini hædd tikin fyri sambýlum til fólk við sálarsjúku, til fólk við heilaskaða og fyri bústovnum til børn.