Gysarin hjá Eik í Ánunum
Perlur: Við jøvnum millumbili hevur Oyggjatíðindi fylt byggiprosjektinum í Ánunum í Klaksvík, sum Eik Banki, fíggjar. Hetta skrivaði Oyggjatíðindi 6. mars 2009:
Prosjektið var longu farið av kós fyri einum ári síðani.
Tað vístu vit á her í blaðnum 12. mars 2008, og aftur í blaðnum 14. mars 2008.
Vit tóku tráðin uppaftur í blaðnum 3. oktober 2008, og nú vísir tað seg, at prosjektið í Ánunum er við at søkka, og at tað sum byrjaði við eini kostnaðarmeting uppá 20 milliónir, er nú endað uppi á millum 45 og 50 milliónum.
Talan er um 15 hús. Í byrjanini var heldur fátæksligt við áhuganum fyri húsunum - eini fimm hús vóru bíløgd. Í byrjanini helt prísurin sær væl - 1,3 millión fyri húsið - ein samlað kostnaðarmeting uppá 19,5 milliónir. Men so byrjaðu trupulleikarnir við øktum prísum - mvg o.a. dingledangl og byggisjusk.
Knappliga kom prísurin uppá 1,6 milliónir, sum svarar til 24 milliónir fyri alla herligheitina.
Úr 1,6 mió. streyk prísurin upp á 1,9 millión pr. hús, sum svarar til 28,5 milliónir.
Seinasti prísurin verður nú mettur at vera komin uppá 3 milliónir pr. hús, sum svarar til 45 milliónir kr. Eftirspurningurin er nú heldur eingin.
Hvat samlaða prosjektið kostar, er ringt at fáa upplýst, men longu er greitt, at tað liggur langt frá upprunaligu metingini.
Tað ljóðaði, at Eik hevði tikið alt úr hondunum á FT Connector við Jónbjarta Thomsen, men felagið hongur enn í, skilst.
Bæði FT Connector og stjórin í Dygdarhús, hava víst aftur, at nakrir trupuleikar vóru, men lekar við tekjunum vóru staðfestir longu fyri ári síðani.
Stjórin í Dygdarhús, Bogi M. Hansen, fegnaðist í blaðnum12. mars 2008, at felag hansara bara hevði ein mangullista uppá 100 túsund av 14 milliónum.
Í dag kunnu vit so staðfesta, at Articon er farið í holt við at gera økið byggibúgvið, langt aftaná, at húsini eru klamsaði saman.
Fyri hetta skal Articon hava slakar 10 milliónir kr. omaná.
Tekjurnar skulu eisini skiftast út orsaka av leka, og klædningarnir skulu eisini skiftast. Teir vóru ov stuttir. Síðani skal seppitangi leggjast við landsveg. Tað verður ikki talan um at taka íbindingargjald, tí ætlanin var eitt privatkapitalistiskt prosjekt, og endaði, sum:
- Gysarin hjá Eik í Ánunum...