Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gyltu lógvatøkini finnast eisini í Føroyum

Dan Klein --- 03.04.2017 - 10:48

TEMA UM LØNIR: Vit nýtast ikki at fara uttanlands fyri at finna fráfaringaravtalur fyri fleiri milliónir krónur. Eisini her heima hava vit seinnu árini sæð dømi um stjórar sum við einum gyltum lógvataki vera loystir úr starvi
 
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
Hóast føroyskir stjórar ikki eru í sama klassa sum t.d. stjórin í Nets, ið fekk eina “lønarviðbót” uppá 500 milliónir krónur afturfyri at hava staðið fyri at skráseta fyritøkuna í keypskálanum í Keypmannahavn, ella sum fyrrverandi stjórin í Novo Nordisk, ið fekk slakar 73 milliónir krónur, tá hann skifti stjórastarv, so hava vit kortini fleiri dømi um fráfaringaravtalur uppá nógvar milliónir krónur.
 
Í ávísum førum er talan um avtalur, sum hava loypt øði í fólk.
 
Í lesarabrævi sínum, sum er nevnt í fyrstu greinini í hesi røðini um topplønir og gylt lógvatøk, vísir Per Stig Møller, fyrrverandi danskur uttanríkisráðharri á, at man í grundini ikki kann lasta stjórarnar fyri at taka av einum tilboði, sum gevur teimum ein eyka lønarposa.
 
Hinvegin kann man lasta nevndunum, sigur danski politikarin, tí tað eru tær sum gera av, um slíkar skipanir kunnu setast í verk.
 
Trý ára fráfaringarløn
Tað eru fleiri dømi um føroyskar stjórar, sum hava fingið gylt lógvatøk, tá teir av einari ella aðrari orsøk eru farnir úr starvi.
 
Tá hugt verður eftir m.a. bankaroknskapum sæst, hvørja løn stjórarnir fáa, og har sæst eisini, hvørja fráfaringaravtalu teir hava. Vanligt er, at bankastjórar fáa løn í tvey ár eftir, at teir eru farnir frá, men tað finnast eisini dømi um stjórar, sum hava fingið løn í trý ár eftir at teir eru farnir frá.
 
Størstu fráfaringaravtalurnar, sum eru gjørdar, munnu óiva vera tær, sum Bank Nordik gjørdi, tá gamla leiðslan var loyst úr starvi í 2015.
 
Sambært roknskapi bankans fyri 2015 rindaði bankin teimum báðum stjórunum íalt 14 milliónir krónur, tá teir vóru loystir úr starvi. Forstjórin, sum sambært avtaluni skuldi hava løn í trý ár, fekk 9,6 milliónir krónur, stjórin, sum fekk løn í tvey ár, fekk 4,4 milliónir krónur.
 
Eisini hin stóri bankin hevur rinda fráfaringarlønir. Beint áðrenn Eik Banki í 2010 fór av knóranum, vóru forstjórin og stjórin loystir úr starvi, og sambært avtalunum fingu teir ávikavist 6,7 milliónir og 4,4 milliónir við sær.
 
Spurningurin er tó, um teir fingu allan peningin, tí tá teir høvdu fingið løn í nýggju mánaðir, vóru teir burturvístir av nýggja bankanum.
 
Elvir til kjak
Sjálvt um talan er um privat millumverandi millum stjóra og arbeiðsgevara, so er áhugi millum manna fyri fráfaringaravtalum. Eisini her hjá okkum.
 
Tað sæst  – ella sást – millum annað á kjaktráðum, fyrr á kjak.org, har fólk javnan kjakaðust um slík evni, og nú á Facebook, har øgiliga nógvir føroyingar eru aktivir.
 
Tað gjørdu tey, tá stjórin í Tryggingarfelagnum fór frá í 2011, og gjørdist nevndarformaður. Tá stjórin segði upp, gjørdi nevndin eina fráfaringaravtalu við hann uppá fýra milliónir krónur.
 
Fólk kjakaðust eisini hart, tá stjórin í Arbeiðsloysisskipanini í 2013 varð sagdur úr starvi. Uppsøgnin hevði sambært miðlum við sær, at stjórin í ALS fekk 1,2 milliónir krónur við sær.
 
Hetta fall ikki í góða jørð, tí stutt frammanundan var útgjaldið til tey arbeiðsleysu lækkað, og tað hildu fólk sampakkaði illa við, at stjórin skuldi fáa meira enn eina millión við sær, tá hann varð frákoyrdur.
 
Eisini í “almennum” høpi
Tað er púra vanligt, at stjórar í setanarsáttmála sínum hava eina innbygda avtalu um hvussu farast skal fram, tá stjórin fer frá.
 
Bankarnir hava tann vana, at teir upplýsa hesi viðurskifti í roknskapinum, men tað gera verri enn so øll partafeløg. Heldur ikki tey almennu, um vit kanska kunnu seta tað í gásareygu.
 
Eitt slíkt “alment” felag er Atlantic Airways, sum koyrdi stjóran frá í november 2013.
 
Tað er ikki komið alment fram, hvussu nógv stjórin fekk við sær, men danska blaðið Travel People skrivaði beint eftir uppsøgnina, at hann hevði fingið sjey milliónir við sær. Tað er tó ivasamt, um hetta talið heldur, tí í roknskapinum fyri 2013 stendur, at frákoyrdi stjórin fekk 2,9 milliónir krónur við sær.
 
Hetta verður tað vit nerta við í hesari greinini. Tað eru eisini aðrar fráfaringaravtalur gjørdar, millum annað í Norðoya Sparikassa og aðrastaðni við, men tær sleppa at liggja nú.