Gyklarin mikli
Eitt óvanligt jólaævintýr, ið kann fara báðar vegir.
Einaferð var tað ein gyklari. Hann livdi í einum lítlum oyggjalandi, har nógv góðtrúgvin fólk livdu og virkaðu.
Gyklarin fann skjótt út av, at fólkið var lætt at lumpa, og tá hansara moralur var meira enn ivasamur, tók hann sær fyri at gykla sær og sínum virðislutir uttan fyrilit fyri lógum og reglum. Og væl gekst.
Tað fyrsta hann gyklaði frá fólkinum sigst vera eitt stórt og virðismikið arbeiðstól, har øll merkir vórðu tikin av, so tað kundi gerast sporleyst. Og tá gyklarin upplivdi ,at gyklið eydnaðist til fulnar, og at fleiri líkafram hildu hann vera óføran, og tá hann har aftrat slapp undan at verða handtikin, føldi hann seg hevjaðan yvir lógina og fekk blóð á tonnina. Gyklið riggaði. Gyklið skuldi halda áfram.
Næsta gyklið gekk fyri seg á einum lagri, ið gyklarin umsat. Eigararnir gjørdist sera bilsnir, tá teir varnaðust gyklasvikið og kravdu endurgjald, um lógarinnar langi armur ikki skuldi koma upp í leikin. Nú gjørdist gyklarin á fyrsta sinni bangin og fekk goldið seg burtur úr trupulleikanum, so svikið ikki varð meldað, soleiðis sum tað bæði kundi og átti at verðið gjørt. So heldur ikki á hesum sinni varð hann tikin og búraður inni.
Gyklarin hevði fingið eina ávaring, men var so bitin av gyklarínum, at hann ikki vildi steðga, men setti sær fyri at fremja eina meiri professionella gykling við størri og meira gevandi fíggjarligum úrslitum.
Fyrsta nummarið í nýggja gyklaraframførsluni gjørdist eitt partafelag, ið eftir eina tíð var lensað fyri uml. 3 mill. kr., áðrenn gyklið varð steðgað, ljósið sløkt, hurðin latin aftur og stongd, og lykilin blakaður burtur. Keine hexerei nur behændichkeit.Tey, ið mist høvdu vóru sjálvandi óð, men mong vóru imponeraði av hansara gyklaraevnum, og nøkur lærdu seg hansara kynstur, so tey kundu koma til skjótar pengar. Hvør, ið skuldi gjalda fyri ryttaríið, var ikki teirra borð. Gyklaríið gav nógvar og skjótar pengar og gyklið var uttan avleiðingar fyri Gyklaran mikla (sum hann nú varð kallaður) og fyri hansara gyklarasamansvornu, sum bara øktist og øktist, sum tíðin gekk.
Gyklarin mikli bleiv nú hástórur og vildi ikki bert gykla fyri forholdsvís fáum fólkum og fyri smáar upphæddir. Teir smáu kassarnir við upp til nakrar fáar mill. kr. vóru ikki málið longur. Nú varð gyklaramálið sett til einki minni enn alt fólkið, fólksins pengakassa og fólksins samlaðu ognir. Maktin og mammon var gingin honum til høvdið. Hansara gykl hevði givið honum eitt keisara av Kina syndrom, sum fyrr ella seinri - sum ein boomerangur - ósvikaligt fer at venda sær ímóti honum og fella hann og hansara láturverjar.
Men Gyklarin mikli fyrireikar seg nú til tað allar allar størsta supergyklið, hvar hundraðtals mill.kr. á hvørjum ári skulu gyklast úr kassum pensionistanna og í lummarnar á gyklaraviðhaldsfólki. Vælferðin skal minimerast við einum serliga innviklaðum og lítið gjøgnumskygnum gyklaraakrobatikki, soleiðis at eingin uttan gyklararnir fáa fylgt við meðan operatiónirnar fara fram, og samstundis skulu lønirnar við einum gyklarahøgrasvingi skerast nærum inn á bein, alt meðan ogn fólksins verður handað kapitalistisku høgragyklarum fyri onki.
Spennandi verður um fjøldin, ið er við at vakna og at skilja millum gykl og veruleika, fer at góðtaka og finna seg í, at Gyklarin mikli og hansara høgraharkalið av fullkomnum samvitskuleysum maktmenniskjum, ið ikki respektera onnur enn seg sjálvi, framhaldandi kunnu gykla seg til makt og mammon upp á bekostning av fjøldini, ella ein neyðug uppgerð verður tikin her og nú.
Eitt er tó vist, at verður Gyklarin mikli og hansara samansvorðnu ikki steðgaðir heilt skjótt, so fær ævintýrið ein syrgiligan enda fyri stóran part av fólkinum . Av somu orsøk eigur fjøldin at standa saman og steðga Gyklaranum mikla, áðrenn skaðin verður framdur, soleiðis at ævintýrið ikki gerst ein sorgarleikur, men fær ein happy end.
Við vón um eini góð jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Dagfinnur Danbjørg