Gyklarin framførur í sirkus Tinganesi
Seinastu tíðina hevur gyklarin mikli ferðast við fíggjargykli, sum hevur materialiserað seg sum luftkastellir, ið m.a. randa flatskattin so rundan, reyðan og leskiligan, at sjálvt tey fátækstu og mest útnyttaðu sjónliga hava slevað og stynjað eftir meira úr somu skuffu. Ein sera góð og hartil sera bílig loysn. Halleluja.
Eitt annað vælumtókt fíggjargykl - kallað úr vinstraniðu í høgraradikalt sólskinsveður - vísir køla bøla myrkur í fjør har myrkið skapar óhugnað og intensað ræðslu á fólkið - fyri síðani við einum fingraknipsi at framgykla eina framtíðarsól við hita og gleði. Fólkið klappar. Og gyklarin verður lyftir upp og borðin út eins og eftir ítróttarsigur, meðan Die Fahne......eitt ella annað verður spældur, meðan ein kvinna , ið er vaknað eftir seancuna, roynir at røra við gyklaran, meðan hon stamar fram fyri seg: ole, ole . hvat er tað ikki stórt, gandakallsins sonur.
Eitt er vist, og tað er, at um sirkusstjórin ikki skjótast tilber, tekur gyklaran mikla í høvd og reyv og vísir honum úthurðina, so fer hann sjálvur við í fallinum, tí gykli verður skjótt avdúkað fyri tað, tað er: villleiðandi lygnir, sum kunnu føra stórar partar av fólkinum í óføri.
Tað er einans spurningur um tíð, áðrenn fólkið vil krevja, at gykli fær ein enda. Og tann tíðin mann fara at vera nær.
Dagfinnur Danbjørg