Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gunvør undrast stórliga á kunngerð

Gunvør Balle, løgtingskvinna, sær ongar visjónir ella nakra djúpri námsfrøðiliga hugsan aftanfyri forskúlakunngerðina, sum landsstýrismaðurin í mentamálum nú hevur lýst hóast harða mótstøðu.

Gunvør Balle er ein av fáu løgtingslimunum, ið hevur víst forskúlamálinum ans. Í seinastu viku setti hon Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, ein skrivligan fyrispurning um kunngerðina. Hon var tá óvitandi um, at hann júst um sama mundið setti kunngerðina í gildi. Í vár setti hon landsstýrismanninum fyrispurning um dagstovnaráðið, sum ongantíð er farið at virka, men sum eftir hennara tykki átti at verið ein hin fremsti ráðgevin hjá landsstýrismanninum í forskúlamálinum.

At kalla samstundis, sum Gunvør Balle, løgtingkvinna fyri Tjóðveldi, seint í seinastu viku setti Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um umstríddu forskúlakunngerðina, setti hann hana í gildi.Fríggjadagin varð kunngerðin lýst á kunngerðarportalinum og kom sostatt í gildi leygardagin, tveir dagar fyri skúlaársbyrjan.Og tað bæði undrar og harmar løgtingskvinnuna , at landsstýrismaðurin soleiðis ger bart og lýsir kunngerðina hóast harða mótstøðu frá serliga námsfrøðingunum.

Vánaligt arbeiðslag

“Eg haldi landsstýrismannin vísa eitt ómetaliga vánaligt arbeiðslag í hesum málinum við bara at trumfa kunngerðina ígjøgnum uttan at lurta eftir fremsta fakkunnleikanum á økinum og námsfrøðingunum, sum jú tradisjonelt “eiga” fakøkið, ið fevnir um børnini til sjey ára aldur”, sigur Gunvør Balle.

“Bjørn Kalsø lovaði annars í vár, at hann sanniliga fór at lurta væl eftir fakkunnleikanum, at dagstovnaráðið skuldi fáast at virka, og at hann fór at tillaga kunngerðina eftir hoyringssvarunum, men tað skilji eg á námsfrøðingunum, at hann als ikki hevur gjørt”, sigur hon.

Undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans viðgekk Bjørn Kalsø so, at tað ikki var eydnast at fáa dagstovnaráðið at virka.

“Tað var hansara frágreiðing upp á, hví námsfrøðin ikki varð hoyrd í sambandi við kunngerðina, men tað er ein sera vánalig undanførsla. Tað er hansara uppgáva at fáa dagstovnaráðið at virka, og um tað ikki bar til í eini handavending, kundi hann havt víðkað fólkaskúlaráðið við námsfrøðiligum serkunnleika, ella gjørt okkurt annað at tryggja sær holla námsfrøðiliga ráðgeving”, sigur løgtingskvinnan.

Nýggj áskoðan

Gunvør Balle sigur, at hon sjálv hevur flutt seg langt í sínum hugsanum um forskúla, síðani hon av álvara fór at geva spurninginum ans.

“Vit hava búð nógv uttanlands, og høvdu vit á sinni, tá vit búðu í Qatar, steðgað eitt ár longri, so var elsta dótturin byrjaðí bretskum skúla har sum fimm ára gomul.

Í staðin fyri fluttu vit heim tá, og eg má viðganga, at tað var eitt lítið kultursjokk fyri okkum øll og ikki minst fyri hana at koma úr tí skipaða skúla- og dagstovnaumhvørvinum og til Havnar at ganga í dagrøkt.”

“Eg havi altíð hildið, at børn hava eitt potensjali at læra tíðliga, og at tað tí mátti geva meining at koyra børn tíðliga í skúla. Men nú eg havi sett meg meira inn í, hvat fakkunnleikin sigur, havi eg fingið eina nógv meria nýanseraða áskoðan á evnið. Børn læra jú alla tíðina, og teir sosialu førleikarnir mennast serliga gjøgnum spæl. Á dagstovnum eru fleiri um børnini enn í skúlanum, og við verandi játtan til fólkaskúlan, har til dømis alt ov fáir tímar eru til sernám og stuðul, ivist eg í, um tað er rætt at koyra tey seks ára gomlu í skúla.”

“Tað, sum eg fyrst og fremst eftirlýsi, er ein vælgrundað frágreiðing frá landsstýrismanninum um, hví tad er betri fyri barnið at byrja i skúla sum seks ára gamalt.

Tað er kanska meira tilvild enn skilagóðar avgerðir, ið er orsøkin til, at vit higartil ikki hava sent børnini í skúla, fyrr enn tey eru sjey ára gomul, men nú er tað nógv, ið sigur mær, at vit helst hava gjørt rætt”, sigur løgtingskvinnan.

Skúlans fingramerki

Hon leggur tó dent á, at vit eiga at hava onnur og betri tilboð til tey seks-sjey ára gomlu, enn vit hava havt higartil.

“Men í tilgongdini eiga vit sjávandi at lurta væl og virðiliga eftir teimum, sum hava skil fyri hesum, og tað átti landsstýrismaðurin sum tann fremsti at havt gjørt, áðrenn hann bara lýsir eina forskúlakunngerð. Tað sindrið av kjakið, sum hevur verið um hetta, hevur verið dominerað av lærarum, og tað eru eisini teirra fingramerki, ið síggjast best í kunngerðini. Hetta er ikki nóg gott; vit mugu kunna krevja av einum mentamálaráðharra, at hann hevur gjørt sær nakrar egnar meiningar grundaðar á fakkunnleika og ikki minst egnar visjónir, tá hann smíðar eina sovorðna kunngerð.

Men hansara einasta grundgeving fyri henni er jú, at hann bara vil lógliggera eitt virksemi, sum longu fer fram”, staðfestir Gunvør Balle.

Hon ásannar, at hon ikki fær gjørt nakað nú, sum kann broyta innihaldið í forskúlunum, annað enn at royna at halda lív í politiska kjakinum og vóna, at ein betri og fakliga grundað kunngerð einaferð fer at loysa júst lýstu kunngerðina av.

Óbroyttur tekstur

Forskúlakunngerðin hevur verið tvær ferðir til hoyringar, áðrenn hon nú var lýst. Fyrru ferð vórðu pedagogarnir eisini hoyrdir. Í øllum førum formliga, tí hóast teir høvdu nógvar atfinningar og eisini eftirlýstu einum veruligum, opnum kjaki um, hvussu hond best verður tikin um forskúla-aldursbólkin, so sigur Føroya Pedagogfelag seg ongar broytingar av týdningi hava sæð í kunngerðartekstinum, tá hann í vár fyri aðru ferð varð sendur kommununum til hoyringar. Hesaferð sluppu pedagogarnir als ikki at siga teirra hugsan.

Men eisini kommunurnar vístu, eins og eftir fyrru hoyingina, aftur forskúlakunngerðini durafjórðingin hesaferð, tí kommunurnar vilja ikki finna seg í nú at skula rinda fyri forskúlarnar uttan at hava nakra ávirkan av týdningi á teirra innihald og virki.

Tað hevur tó ikki vikað landsstýrismannin, tí kunngerðin er sum nevnt lýst og farin í gildi.

Kelda: www.pedagogfelag.fo