Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd tikin á fyrsta fundi ráðsins 9. apríl 2014, frá vinstru: Ásvør Lognberg, Tór Marni Weihe, Gunnild Hansen, Magnus Heinason Eysturoy og Harald Joensen

GUNNHILD FORKVINNA Í TÓRSHAVNAR UNGDÓMSRÁÐI

Nývalda ungdómsráðið hevur havt sín fyrsta fund á ráðhúsinum 9. apríl 2014. Á skrá var m.a. skipan av ungdómsráðnum.

Ungdómsráðið hevur skipað seg við Gunnhild Hansen sum forkvinnu og Tór Marna Weihe sum næstformanni. Harald Joensen var valdur skrivari og Magnus Heinason Eysturoy kassameistari. Aftrat er Ásvør Lognberg ráðslimur.

Tiltakslimir eru Eyðun Poulsen, Hanna Vang, Drós Ragnarsdóttir, Oda Kjartansdóttir Strøm og Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard.

Ungdómsráðið skipaði seg fyri eitt ár. Valskeiðið er annars tvey ár.

Á fundinum fingu ráðslimirnir og tiltakslimirnir nærri kunning um viðtøkur, uppgávur og heimildir ráðsins og um samstarvið við kommununa. Ungdómsráðið fer at hava fundar-og tilhaldsstað í Margarinfabrikkini, og Bogi Simonsen frá barna- og ungdómsdeildini verður teirra samskipari.

Ráðið legði eisini fundarætlan og arbeiðsætlan fyri komandi tíðina. Meira verður at frætta frá ráðnum stutt eftir páskir.