Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gundadalur fyri øll – nýggjur Vesturskúli og lív aftur í Kommunuskúlan

Venjingarumstøðurnar í Havn hava leingi forðað feløgunum at geva børnum og ungum nøktandi veningarumstøður.

Í Tórshavnar Býráðið hava vit tí samtykt, at fara undir at byggja eina venjingarhøll beinan vegin í Gundadali.

Ítróttargreinirnar Borðtennis, judo og badtminton hava prógvað, at tey hava eitt framúr gott samstarv. Men umstøðurnar eru ikki til at fremja hetta samstarv í verki.

Tí hava vit samtykt, at seta í verk eina útbygging, sum kann hýsa hesum samstarvi – og ivaleyst eisini øðrum týðandi ungdómsarbeiði.

Vit hava harumframt samtykt, at hallarleiga ikki longur skal tyngja raksturin hjá feløgunum.

Samanumtikið hava vit í Býráðnum við hesum samtykt ein íløgupakka, sum veruliga bøtir um viðurskifti hjá ungdómsfelagsskapum í Havn, og sum hava verið átrokandi leingi.

Kommunuskúli, Venjingarskúli og Vesturskúli

Skúlaumstøðurnar hjá bæði Venjingarskúla og Kommunuskúla eru als ikki nøktandi. Tað hava vit vitað leingi. Tað er tí at fegnast um, at Tórshavnar Býráð nú hevur tikið undir við, at bygginevndin, sum skal fyrireika byggingina av nýggjum Vesturskúla fer til verka beinan vegin – og at arbeiðið at samskipa virksemið millum Kommunuskúlan og Venjingarskúlan eisini verður sett í verk beinan vegin. Hesir báðir skúlar eru hvør á sínum øki undangonguskúlar – og tilsamans skulu teir framhaldandi vera tað.

Í tilgongdini at taka avgerð um skúlabygnaðin í kommununi, hevur tað verið ein spurningur hvussu vit tryggja, at Kommunuskúlin eisini framhaldandi kann skapa lív og trivnað í býnum. Tí verður nú farið undir at fyrireika og kanna, hvussu vit broyta henda søguliga bygning til eitt mentanar- og virksemishús.

Og í hesum sambandi eru hugskot frá borgarum í býnum um Kommunuskúlan sum mentanar- og virksemishús hjartaliga vælkomin. Tað er at fegnast um, at vit hava fingið semju um hesi stóru mál nú. Tí tey eru týðandi fyri trivnað og menning í Havn, og at vit fjølgast her í býnum.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs.