Gullkorn frá fíggjarmálaráðharranum: Føroyingar lægri skatt enn aðrir!
Í tí fyrsta orðaskiftinum millum floksformenninar segði fíggjarmálaráðharrin, at skattatrýstið í Føroyum er lægri enn í grannalondunum, men at skatturin er lagdur so skeivt á borgararnar, at byrðan á vanligari løn er tyngri enn nakra aðrastaðni í londum, sum vit bríggja okkum um at samanbera okkum við.
Hetta er jú ein viðurkenning av tí, sum ført verður fram í bókini Deyðans stuðul. Stuðulin uttanífrá fer lúkst niður í lummarnar hjá teimum, sum hava ráð at gjalda skatt. Harvið fáa hesi so stórt politiskt vald, at tey kunnu skriva skattalógir, sum sleppa teimum sjálvum undan skattabyrðuni og áleggja øllum øðrum at gjalda raksturin av samfelagnum.
Nú er bara at vóna, at fíggjarmálaráðharrin fer at taka avleiðingarnar av, at hann hevur sæð ljósið. So fer hann sjálvandi at avtaka mutursstuðulin og leggja skattin á tey, sum hava ráð at gjalda hann.
Zakarias Wang