Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gulldansurin um fólksins ogn

Hugdi fyri løtu síðani á netinum eftir  frálíka dokumentarinum “Tey 10 prosentini”, tí eg ikki fekk høvi at síggja sendingina, tá hon varð send í sjónvarpinum. Gjørdist ikki sørt skelkaður, tá eitt løgtingsumboð fyri Vágoynna í sendingini trein upp á Løgtingsins røðarapall, har hann nærum við gráturødd tyktist taka so sára synd í manningini á Akraberg, nú teir á heimferð sambært løgtingsmanninum vórðu seldir á uppboðssølu.

Hugsaði við mær sjálvum, at løgtingsumboðið mundi ganga í barndømi, tí hetta vóru júst tey arbeiðsplássini, sum fyri umleið 10 árum síðani á nátt vórðu flutt úr heimbygd hansara á ein sera ivasaman hátt.

Ikki eitt kis hoyrdist tá frá sama løgtingsumboði, meðan 30-40 av hægst løntu arbeiðsplássunum í Sørvágs kommunu hvurvu sum døgg fyri sól. Arbeiðspláss, sum ígjøgnum 35 ár høvdu verið eins vís í kommununi og amen í kirkjuni.

Hví fekk skiparin og manningin á Vesturvón, ella fyri tann skyld allir sørvingar, ikki møguleikan at bjóða uppá teirra flaggskip, sum hevði verið í bygdini í 35 ár?

Tann mest vanliga orsøkin til, at skip og virðismikil arbeiðspláss hvørva so knappliga úr einum øki, er at tað fíggjarliga ikki gongur longur. Men so var ikki við Vesturvón, sum í áratíggjur var komin skúmandi inn eftir Sørvágsfirði, fullfermd hvønn ein tann einasta túr. 

Ein sjón, sum øll bygdin frøddist um. Og fíggjarliga gekk tað strúkandi, ja manningarpartarnir vóru teir størstu í bygdini, og reiðaríið hevði júst tá í umbúna at byggja eina nýggja Vesturvón, tí báturin táttaði í 20 ár. Tí stóðu sørvingar spyrjandi og skiltu ikki, at Vesturvón, sum hevði havt púra tryggan eigaraskap í bygdini, eftir eitt vikuskifti hevði fingið nýggjan eigaraskap, sum fyri tað mesta var íslendskur.

Nøkur ár frammanundan hevði fólkaflokkurin sett í verk eina sokallaða nýskipan, sum til dagin í dag hevur verið ein fíggjarlig vanlukka fyri okkara heimaflota. Hetta politiska býtisbarnið varð rópt umsetiligheit, tí nú vórðu bindingar tiknar burtur, soleiðis at fiskidagar kundu flytast ímillum skipabólkar.

Hetta var byrjanin til eina kapitalisering av okkara høvuðsvinnu, sum ongin áður hevði sæð maka til, og sum til dagin í dag hevur drenað heimaflotan fyri milliarda virði.

Álítandi keldur vildu vera við, at var Vesturvón seld á fría marknaðinum, hevði virðið verið nærum tvífalt tað, hon fór fyri. Men tær kreftirnar, ið høvdu handlað í skýmaskotun nevnda vikuskifti, og sum lítið og einki tilknýti høvdu til heimbygdina, fingu sin vilja. Bara Krúnborg og Vesturvón vóru seldar fyri umleið hálva milliard krónur, har kvoturnar stóðu fyri nógv tí størsta partinum av upphæddini.

Óteljandi aðrir handlar eru gjørdir við vælsignilsi frá hjá tí áh so frísinnaða Fólkaflokkinum. Anitu-málið var bert ein av teimum, tá ein fyrrverandi formaður Reiðarafelagsins gjørdi sær dælt av umsetiligheitskarussellini hjá Fólkaflokkinum. Eisini er dømi um skip, har skrokkurin segðist at hava eitt virði upp á bara eina hálva millión krónur, men tá tað var selt við kvotuni  gjøgnum karrusellina hjá Fólkaflokkinum, fekk hepni gekkaseljarin 12 milliónir krónur. 

Sostatt kundi seljarin av hesum skrokki, ið ikki hevði størri virði enn ein hampuliga væl útgjørdur seksæringur, gerast 12 milliónir krónur ríkari. Um hetta ikki kann sigast at verða ein sjúk fyri ikki at siga korrupt skipan, so veit eg ikki, hvussu tað annars kann karakteriserast. 

Men hetta hevur so verið fiskivinnupolitikkur Fólkafloksins síðan 1998, tá flokkurin setti hesa fullkomiliga sjúku skipanina við umsetiligheitini í verk. Ein skipan, har skip og kvotur síðan 1998 hava verið keypt og seld fyri fiktivar og púra ógjøgnumskygdar prísir. Prísir, sum einki sum helst hava havt við veruleikan at gera.

Frank Davidsen