Guernsey gølan, fekk heldur ongar avleiðingar
Perlur: Verður lóggávan fylgd. Eftirlitið noktar innlit, skrivaði Oyggjatíðindi, 5. november 2010.
Oyggjatíðindi hevur biðið um alment innlit í fleiri viðurskiftir hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, hvørs eftirlit er Tryggingareftirlitið, men striltið gongst, tí eftirlitið sigur seg skula hava gott samstarv við tey, ið eftirlitið er galdandi fyri.
Men fyrispurningurin um innlit í samskifti millum Tryggingina og Eftirlitið gongur báðar vegir. Haraftrat er søkt um innlit í íløgur hjá Tryggingini, og serliga í stórar íløgur, ið hava ført til staðfest stór tap. - 13. og 15 august 2008, skrivaði Oyggjatíðindi um endurtryggingarpolitikkin hjá Samtakinum, sum førdi til, at blaðið bleiv meldað til løgregluna, og blaðstjórin skuldsettur fyri at hava almannakunngjørt tilfar hjá tryggingini. Løgreglan valdi tó, at sleppa skuldsetingini, 1. Mai 2009.
Hetta hevur so ført til, at blaðið vil hava at vita, um samskifti var millum TF og Tryggingareftirlitið aftaná avdúkingina í blaðnum?
Og um tað var, so verður eisini biðið um alment innlit í tey skjølini.
- Kann Tryggingareftirlitið við hesi inlitsbønini, vísa til skjøl ella lógargreinar, ið loyva, at Tryggingarfelagið Føroya hevur tikið rættiliga stórt egiðhald innan tey ymisku tryggingarøkini, men samstundis hevur captivið á Guernsey (Faroe Insurance Company Guernsey ltd) verið nýtt til at tekna eina stop-loss trygging fyri Tryggingarfelagið Føroyar P/F?
- Kann ávísast við skjølum, at hesin endurtryggingarpolitikkurin hjá TF á Guernsey (Faroe Insurance Company Guernsey ltd), er eftir lógini? - Og hevur TF upplýst hetta fyri Eftirlitinum, og fingið loyvi?
Tryggingareftirlitið fær at vita, at Gunnar í Liða, stjóri, sigur í skjølum, at váðin við einum slíkum endurtryggingarpolitikki er, at um fleiri stórir skaðar henda sama ár, so vil úrslitið hjá felagnum vera týðuliga merkt av hesum, men hinvegin, so vil felagið øll vanlig og góð skaðaár, hava møguleika fyri at byggja upp grunnar í felagnum á Guernsey til at standa í móti við, tá ið stórir skaðar koma.
- Kann Tryggingareftirlitið við skjølum vísa á, at tað er loyvt, at byggja upp grunnar í felagnum á Guernsey, vildi blaðið vita. Og eisini:
Kann Tryggingareftirlitið skjalprógva, hvussu stóra ogn, TF eigur á Guernsey?
- Og kann Tryggingareftirlitið vísa til skjøl, sum prógva, at TF hevur upplýst um hesar grunnar, ella hetta virksemi á Guernsey?
Og er hetta loyvt eftir lógini, vildoi bklaðið hava at vita frá Tryggingareftirlitinum. Í skjølum, sum blaðið avdúkaði 13. Og 15. August, skrivaði TF, at í Í 2004 og 2005 vórðu í staðin nýttar 25 mió. kr. pr. ár til captivið á Guernsey, og í 2006 vóru nýttar 20 mió. kr. at keypa eina stopp-loss endurtrygging við.
Henda endurtrygging virkar á tann hátt, at um skaðarnir fyri egnu rokning í Tryggingarfelagnum Føroyum P/F er størri enn ávísa upphædd, so vil Captivið dekka næstu 200 mió. kr., skrivar Gunnar í Liða, stjóri um tryggingarpolitikkin fyri 2007.
Er hetta loyvt, og var Tryggingareftirlitið kunnað um hetta? - Í skjølunum, sigur stjórin tó, at í 2004 og 2005 vóru skaðarnir fyri egnu rokning minni enn henda upphæddin, men í løtuni tykist tað so, at skaðarnir fyri egnu rokning í 2006 verða so mikið stórir, at nakað verður rindað aftur úr Guernsey. -
Er hetta loyvt, og er Tryggigareftirlitið vitandi um hetta, og hevur Eftirlitið givið sína tilsøgn, og nær, varð spurt. Í loyniskjalinum stendur, at avgjørt var á nevndarfundi tann 5. september 2006 at halda fram við óbroyttari endurtrygging fyri 2007 í mun til 2006. T.v.s., at felagið einans keypir endurtrygging móti “stórum” skaðum eisini í 2007, og ikki keypir endurtrygging fyri smærru skaðarnar.
- Kann Tryggingareftirlitið við skjalainnliti vátta, at hendan mannagongdin hevur verið lýst, og at TF hevur havt fullan opinleika um hesi viðurskiftir áðrenn blaðið avdúkaði hetta 13. og 15. august 2008, vildi blaðið vita.
- Kann Tryggingareftirlitið vátta við skjalainnlitinum, at eginognin hjá TF er uppá 1,6 milliard, ikki hóttir solvensurin, hvørki av stóríløgu á amerikanska marknaðinum, Eik-samtakinum, Smyril Line (Norrønu), ella øðrum íløgum síðani fíggjarkreppuna, og nú Athenu, eins og í fjør, tá Poseidon brann.
Men svarið frá Tryggingareftirlitinum er skelkandi, tí stórur partur av fyrispurninginum er um prinsipiell tryggingarviðurskiftir, sum opinleiki annars er um alla aðra staðir:
Tryggingareftirlitið skrivar, m.a.: Meginreglan er, at allar upplýsingar um viðurskifti í ítøkiligum fyritøkum undir eftirliti verða mettar sum trúnaðarupplýsingar. Somuleiðis vera allar upplýsingar um kundar og um øll onnur líknandi viðurskifti mett sum trúnaðarupplýsingar.
Vísandi til tað, sum er ført fram omanfyri, kann Tryggingareftirlitið ikki ganga umsóknini um innlit á møti, av tí at fyrispurningurin vísir til eitt ítøkiligt felag, sigur Jógvan Thomsen, Stjóri á Tryggingareftirlitinum m.a. í grundgevingini, men vísir til Vinnukærunevndina, har kæra nú verður send, tí blaðið vil hava svar upp á Guernsey-gøluna, sum longu var kend í 2008.
Guernsey, sum heldur ikki fekk avleiðingar.