Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sunnudagin 14. august kl. 14 verður guðstænasta í Gjónni við Gjógv. Tað verður við prestunum Bergtóri Bjarkhamar og Emil Olsen. Umframt felagssálmasangin fer Vestmanna Sangkór, stjórnað av Benjamin Gaasedal, at syngja undir gudstænastuni. Urguleikari verður Gudmundur Mortensen.

Nú summarið fer at halla, kundi tað eisini verið ein góð útferð hjá avbygdarfólki til Gjáar henda dagin. Veðurforsagnirnar benda á, at tað verður turt og bert lítil vindur.
Sunda kommuna boðar frá, at í samband við gudstænastuna verða litaðu ljósini í Gjónni tendraði í vikuskiftinum. 

Prestarnir og sangkórið bjóða øllum vælkomnum.