Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Guðrið Højgaard fingið europeiska viðurkenning

Stjórin á Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard, er í kosin at vera millum tey 28, sum í 2019 evna til, førka og skapa røring í Europa. Tað er miðilin Politico EU, sum á hvørjum ári ger listan við 28 fólkum, ið hava stóra ella týðandi ávirkan á Europa innan politikk, tøkni, miðlar og mentan.

Politico EU sigur í grundgeving síni, at Guðrið Højgaard sum stjóri í Visit Faroe Islands hevur staðið á odda fyri snildisliga at seta eitt lítið kent land, har ferðafólk kunnu uppliva nakað heilt serligt, á altjóða breddan.

“At vera útvald í ein skara við bara 28 fólkum, sum hvør á sín hátt verða mett at hava stóran týdning fyri Europa, er ein stórsligin heiður fyri Guðrið Højgaard og Visit Faroe Islands, sum vit øll eiga at vera errin av,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

“Men hetta er eisini eitt stórt herðaklapp til øll í ferðavinnuni í Føroyum. Viðurkenningar sum hesar eggja okkum til at halda miðvíst fram, so ferðavinnan framhaldandi kann seta Føroyar á breddan kring heimin, og gerst eitt sterkari búskaparligt bein at standa á.”

Millum hini á listanum eru norski uttanríkisráðharrin Ine Marie Søreide Eriksen, Skype stovnarin Niklas Zennstrom, enski tjóðbankastjórin Mark Carney, spanski forsætisráðharrin Pedro Sánchez og bretski andstøðuleiðarin Jeremy Colbyn.

Allur listin, The 28 people who are shaping, shaking and stirring Europe, sæst her.