Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Guðrið E. Johansen rektari í Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Guðrið E. Johansen í starvið sum rektari í Miðnámsskúlanum í Suðuroy frá 1. februar 2019 at rokna.

Tíðindaskriv:

Guðrið E. Johansen er 43 ára gomul og er cand.scient. í geofysik frá Københavns Universitet í 2004. Harumframt hevur hon lisið geografi sum hjáfak og tikið námsfrøðiliga útbúgving til miðnámsskúla í alisfrøði og geografi (pedagogikum). Í løtuni er hon eisini í gongd við at lesa hjánám í støddfrøði á Fróðskaparsetur Føroya.  

Guðrið E. Johansen hevur  arbeitt sum studentaskúlalærari í gott 10 ár eitt nú bæði í Norra, Grønlandi og Føroyum. 

Seinastu árini hevur Guðrið E. Johansen starvast í Miðnámsskúlanum í Suðuroy sum lærari umframt at hon hevur røkt ávísar umsitingarligar uppgávur har í 2 ár. 

Mentamálaráðið ynskir Guðrið E. Johansen hjartaliga til lukku og blíðan byr í starvinum.

Mentamálaráðið, 6. desember 2018