Guðmundur vann tryggan sigur í Sprint Triathlon
Triathlon: Sunnudagin 25 Mars var Kongabrúgvin í Havn karmur um enn eina triathlon kapping, og aftur hesu ferð var tað Guðmundur Joensen, ið sigraði.
Tíðindaskriv: Svomið var í svimjihøllini í Gundadali og súkklað og runnið millum Kongabrúnna og tyrlupallin.
Triathlon er sum kunnugt samansett av trimum ítróttargreinum, nevniliga svimjing, súkkling og renning.
Gudmundur var klárt á odda allan teinin, meðan kappingin um annað plássi gjørdis sera spennandi og jøvn millum Gunnar Dahl-Olsen og Andrass Joensen.
Endaliga úrslitið gjørdis tá avtornaði soleiðis. Sí ovaru talvuna:
Børnini royndi seg eisini í hesi krevjandi ítróttargrein og ynsktu tey at royna sama teinin sum tey vaksnu. Syskini Pauli og Elsa gjørdu eitt stórt bragd við at gjøgnumføre allan teinin í rímuligari góðari tíð sum var.
Sí niðaru talvuna: