Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Til vildarlig mynd

Grundstykki: Fara frá bíðilista til tilmelding

Á býráðsfundi í kvøld samtykti Tórshavnar býráð at broyta reglurnar fyri, hvussu farið verður fram, tá ið fólk skriva seg upp til grundstykki og privatan bústað.

Í nógv ár hevur skipanin verið soleiðis, at verandi og komandi borgarar hava skrivað seg upp á bíðilistar til grundstykki, vinnustykki, raðhús og íbúðir í øllum økjum í kommununi.

Eitt tíðarskeið vóru 1800 fólk á longsta bíðilistanum, men eftir at Snarskivan fór undir at krevja eina upphædd fyri at standa á bíðilista, er bíðilistin minkaður niður í 380 fólk.

Kortini vísa royndirnar, at skipanin við bíðilistum er ikki góð. Bíðilistarnir siga lítið um veruliga tørvin á bústøðum, og tað vísir seg, at teir hava neiliga ávirkan á umdømið og hugin hjá nýggjum borgarum at seta búgv í kommununi Í mai 2014 lutaði Tórshavnar kommuna út 24 nýggj grundstykki í útstykkingini oman Gil í Hoyvík, og tá var trupult at finna keyparar millum tey 380 fólkini á bíðilistanum.

Samstundis tykist vanliga fatanin millum manna at vera, at tá ið fleiri hundrað fólk eru í bíðirøð, loysir tað seg ikki at skriva seg á bíðilistarnar, tí lítil vón er um at fáa tillutað nakra ogn í bræði.

Hetta metir kommunan vera sera óheppið, og tí er avgerð tikin um at avtaka skipanina við bíðilistum. Ístaðin kunnu fólk nú melda seg til útlutanir - so hvørt sum ognir eru klárar at luta út. Á henda hátt fáa øll, sum lúka treytirnar fyri at fáa tillutað ogn frá kommununi, javnbjóðis møguleika at vera við í lutakastinum.

Tað ber sostatt ikki til at skriva seg upp á bíðilistarnar longur, og verandi bíðilistar verða tiknir av, tá ið komandi útstykkingarnar í Kollafirði, Hoyvík og á Argjum eru avgreiddar.

Bíðilistarnir verða bara tiknir av fyri ognir til privatan bústað. Bíðilistarnir til vinnustykki verða í fyrstu atløgu varðveittir.