Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grundlógardagur okkara

5. juni stendur í álmanakkanum at vera grundlógardagur okkara.

Sum so mangt annað, sum okkum verður sagt, er hetta tað sum við einum nýmótans hugtaki verður nevnt “fake news”, falsaði tíðindi. 

5. juni er hjá dønum grundlógardagur. Um so var at vit vóru í rikisfelagsskapi við Danmark og harvið vóru ein partur av danska ríkinum við verndarskyldu og skatti til danska statin, so hevði hesin dagur verið okkara grundlógardagur.

Men vit hava ikki verndarskyldu ella skattskyldu til danska statin, tí vit eru ikki innlimaði í Danmark.
Orsøkin er tann, at okkara grundlóg ikki er tann, sum danir fingu sær 5. juni 1849, men er tann, sum vit sjálvi samtyktu 14. august 1661.

Skulu vit halda okkara grundlógardag, so skal haldið tí vera 14. august, tí tá, fyri 358 árum síðani var ein eykaløgtingsfundur hildin í Tórshavn at samtykkja ta grundlóg, sum vit skuldu hava. Tá búðu eini 4000 fólk í Føroyum, og umleið ein av hvørjum hundrað kom saman at svørja eið uppá at halda ta grundlóg, sum vit eins og allir aðrir borgarar í Noregs ríki nú fingu.

Tað vóru nevnliga ikki bert vit, men eisini allir aðrir Noregs menn, sum fingu hesa grundlóg. Tað hon segði, var at alt tað vald, vit høvdu, varð bjóðað norska kongi okkara.

Men hetta er so langt síðani. Hevur tað nakað upp á seg í dag?
Í 1933 segði altjóðadómstólurin í Haag, at tá vit skildust frá Noreg í 1814, varðveittu vit øll tey rættindi, sum vit høvdu havt frammanundan. Ein av hesum rættindum var okkara egna grundlóg. Eins og vit, skildust grønlendingar og íslendingar ikki frá Danmarkar ríki tá, og tí høvdu hesi trý londini framvegis somu grundlóg.

Sum sagt høvdu vit bjóðað kongi einaveldi, og hann hevði tikið av. Men í 1848 boðaði kongur frá, at hann ikki skoytti um hetta vald. Tí fingu vit aftur alt tað vald, vit høvdu latið kongi.
Men hvat hendi?

Danska stjórnin nápaði tað vald, vit høvdu latið kongi og fekk sær tað. Hetta er ein álvarslig brotsgerð, sum ikki gevur donsku stjórnini nakran rætt. Síðani tá hevur danska stjórnin tvær ferðir nýtt hermegi til at forða okkum at fáa okkara rætt. Fyrstu ferð var tá íslendingar í 1851 ikki vildu taka undir við stjórnini í hennara ólógliga kravi um at seta donsku grundlógina í gildi. Seinnu ferð var tá danska stjórnin í 1946 koyrdi løgtingið til hús tí tað var vandi fyri, at løgtingið fór at seta eina stjórn, sum skuldi vera javnlíki við donsku stjórnina í ríki okkara Grønlandi/Føroyum.

Tí er 14. august framvegis grundlógardagur okkara!

Zakarias Wang