Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Grundleggjandi tænastustøði ásetast

Grundleggjandi tænastustøði á røktarøkinum skal ásetast og sjálvsavgerðarrætturin hjá teimum eldru skal í hásæstið. Tað segði Annika Olsen á almennunum fundi, sum Eldramálið skipaði fyri í skúlanum í Miðvági hóskvøldið

Tíðindaskriv

Hóskvøldið 22. august skipaði Eldramálið fyri almennum fundi í Miðvági. Fundurin var sera væl eydnaður, við stórum frammøti og nógvum áhugaverdum framløgum á skránni, m.a. um røktarstøðið, normeringar og støðuna í Heimatænastuni. Annika Olsen, landsstýriskvinna, luttók eisini á fundinum og at enda tók hon samanum.

Normering endurskoðast

Um røktarstøðið greiddi Óluva Vilhelmsen frá tí tørvi á røkt, sum í minsta lagi skal vera dekkaður, fyri at eldri kunnu varðveita sítt lív og sín lívskvalitet.

Ásannast má, at røktarstøðið í Føroyum í løtuni als ikki er nøktandi og at hvørki politiski myndugleikin ella leiðslan á røktarøkinum hava fastlagt, hvat støðið í veruleikanum er, ella hvat tað skal vera. Sambært Anniku Olsen verður arbeitt við hesum í løtuni.

Halldis Joensen, forkvinna í Alsheimerfelagnum hevði framløgu um sjúkuna demens og ta normering á stovnum, sum er neyðug fyri at røkta fólk við hesi sjúku. Nøktandi normering er eitt røktarfólk til hvørji trý við demens.

Normering á vanligu ellis- og røktarheimunum er heldur ikki nøktandi í dag. Ein stórur partur av búfólkunum á ellis- og røktarheimunum eru dement, og normeringarnar taka ikki hædd fyri hesum. Politiski myndugleikin er tó varugur við trupulleikan, og umhugsar hvørjar normeringar skulu ásetast og hvussu hetta skal gerast.

Eldramálið vónar, at útgangsstøðið verður tikið í tí teoretiska grundarlagum á økinum og serkønum persónum á økinum, tá røktarstøðið og normeringar skulu ásetast.

Rósa Samuelsen segði frá eini kanning, sum var gjørd á eldraøkinum í Vágum fyri nøkrum árum síðani, sum vísti, at tørvurin og ynskini hjá teimum eldru eru sera ymisk, men tó ynskja tey flestu eldru at vera í egnum heimi sum longst.

Ov nógv skráseting

Støðan í Heimatænastuni var serliga umrødd, og tað sum kom fram á fundinum undirstrikar tað, sum Eldramálið longu hevur gjørt vart við, nemliga at trupulleikin í Heimatænastuni í stóran mun er stýringin, tvs. leiðslan á økinum.

 Starvsfólkini trívast ikki og røktin er ikki nøktandi. Ov nógv tíð fer við skráseting av arbeiðnum og brúkarar fáa ikki tað, teir eru visiteraðir til. Leiðslan hevur ikki neyðugan kunnleika til økið og ov nógv ófaklærd eru í starvi, hóast faklærd eru tøk, vóru nakrir at trupulleikunum, sum vístir vórðu á á fundinum.

Tora ikki at úttala seg

Tað kom eisini fram á fundinum, at orsøkin til, at starvsfólk í Heimatænastuni ikki tora at úttala seg um trupulleikarnar har, er at tey eru bangin fyri avleiðingunum frá egnari leiðslu. Hetta vísir eina leiðslu, sum ikki megnar at samskifta við sítt starvsfólk og er sera óprofessionel. Hetta hvørki kann ella skal góðtakast og Eldramálið gleðist um, at Annika Olsen fer at taka hendan trupulleikan upp.

Sum longu nevnt rundaði Annika Olsen fundin av, og hon upplýsti millum annað, at tað politiskt verður arbeitt við at áseta tað grundleggjandi tænastustøði, sum skal vera á røktarøkinum. Í hesum arbeiði verður stórur dentur lagdur á sjálvavgerðarrættin hjá teimum eldru. Um Heimatænastuna vísti hon á ymiskar møguleikar, sum skulu betra um skipanina. Hon nevndi, at heildaratlit skulu takast, at skipanin skal taka útgangsstøði í tí einkulta og at tey eldru skulu hava ein persón, sum hevur ábyrgdina av teirra røkt.

Eldramálið fegnast um, at Annika Olsen, landsstýriskvinna, at enda segði, at hon fer at arbeiða fyri borgarastýrdari persónligari atstøðu (BPA).